BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Staðanøvn

Oktober 15 , 2014
Síggi at ein kommuna ætlar at savna og lýsa staðanøvnini. Hevur Vestmanna Kommuna nakra ætlan um slíkt? Eg hugsi mest um býlinganøvnini, sum eg haldi eru við at fara í gloymskuna, síðan veganøvnini vóru tikin í nýtslu. Havi sæð onkunstaðni, at býlinganøvn eisini eru skeltaði!
Vinaliga eg.
Mánakvøldið á Vestmanna-døgunum var sera áhugaverdur kjakfundur í Vektarbúðini, har ið staðarnøvn kring bygdina vórðu gjøgnumgingin. Har tað var neyðugt, blivu staðarnøvnini rættaði til, so tey stóðu rætt á kortinum. Sera nógv staðarnøvn eru samlaði saman, og arbeitt verður víðari við hesum. Ætlanin er at hava almennar fundir aftur í heyst. Annars verður málið lagt fyri trivnaðarnevndina til víðari viðgerð.

 

Toftabrekka

Oktober 15 , 2014
Eitt er, at eingi parkeringsøki verða bygd, og at vanlig fólkaligheit viðvíkjandi parkering ikki verður vird, men kundi kommunan ikki syrgt fyri, at ávís støð ikki kunnu brúkast til kreativa parkering? Eg hugsi her um Toftabrekku. Brekkan verður, í báðum endum, brúkt sum parkeringsøki, og tískil er næstan ikki gangandi oman og niðan brekkuna, tí bilurin tekur alt plássið; um veturin er hon óbrúkilig av tí sama. Ber ikki til at seta jarnrør fyri á sama máta sum í brekkuni niðan í Garðar?

Í Toftum eru góð parkeringsviðurskifti – har eru tvey stór parkeringspláss og tvey smærri. Tætt við niðara enda á Toftagøtu eru eisini hampuliga góð parkeringsviðurskifti – her verður hugsað um fiskastykkið við Bakkaveg og Skálaveg.

Vestmanna Kommuna kann á henda hátt heita á tey, sum parkera á Toftagøtu um heldur at brúka teir parkeringsmøguleikar, sum víst er á her omanfyri.


 

Parkering á Fitjum

Oktober 15 , 2014
Sendi ein spurning tá ein annar borgarstjóri var um parkering við húsini hjá Grækaris á Fitjunum, men fekk bara eitt onkisigandi svar um, at tey ið har búgva sjálvi avgera hvar tey parkera av tí, at tey eiga stykkið omanfyri húsini. Harragud........
Síðan tá hava tey fingið tvey grannahús forerandi fyri at taka tey niður. Er ikki møguligt at áleggja teimum at nýta minst eitt av hesum grundøkjum til parkering ? Tað er ótolandi at koyra har. Síggi javnan lastbilar bakka út eftir øllum Fitjunum tí neyðars lastbilførari møtir einum bulvogni sum ikki kann bakka. Hvat við at taka gomlu húsini hjá Siggu niður ? Kommunan eigur tey jú

Tað er rætt, at tey, sum búgva í húsunum hjá Grækaris, eiga stykkið omanfyri húsini, og tí sjálvandi hava fult ræði á hesum.

Kommunan hevur keypt tvey av grannahúsunum fyri at betra um ferðsluviðurskiftini – tað eina fyri at bøta um parkeringsmøguleikarnar. Tað er tí kommunan, sum má gera parkeringpláss á hesum øki. Arbeitt verður annars við dagføring av Niðara Vegi.


 

Ferðslan í Vestmanna

Oktober 15 , 2014
Her er ein spurningur til allar vestmenningar,sum koyra bil.
Hevði tað ikki verðið nógv lættari fyri allar partar, um ferðslan gekk t.d. inneftir niðara vegi og heim í bygdina eftir ovara vegi. Alt gongur fyri seg inni á fjørð, so fyri at ikki alt trongir seg saman á niðara vegi, er tað ein sjálvfylgja í mínari verð. Eg havi sjálvur gjørt hetta í mong ár

Hetta hevur oftað verið tosað um, men hetta ber ikki til, tí at størri akfør sleppa ikki út um Fossábrúnna á Ovara Vegi.
Arbeitt verður annars við dagføring av Niðara Vegi.


 

Vatnslanga

Oktober 15 , 2014
Kann VK seta eina vatnslangu upp niðri á kajini til at vaska bil við ?

Vestmannahavnar Havn metir hetta ikki sum neyðugt, tá vinnufyritøka í bygdini bjóðar viðskiftafólkum sínum henda møguleika.


 

Gamli Vegur

Oktober 15 , 2014
Nú tá so nógv fólk ganga túrar í Vestmanna, kundi man so ikki fingið nakrar ábøtur á Gamla Veg? Her hugsi eg um at fylla okkurt í allar holurnar og at fingið grivið eitt sindur framvið vegnum onkustaðni ? Hetta fyri at tað eisini skal vera gangandi har tá tað regnar/hevur regnað :)

Ætlanin er at fylla í holurnar fyrsta dagin. Seinni er ætlanin at reinsa rennuna framvið vegnum.


 

Olja

Oktober 15 , 2014
Hey VK.
Tað er als ikki ein vøkur sjón, man sær tá man gongur framvið bátahyinum. Har hevur olja ligið, hvønn dag í fleiri vikur.
Hopi at tit finna eina loysn uppá hettar.
Heilsan ein borgari.

Málið verður lagt fyri Havnarnevndina til viðgerðar.