BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Vøllurin á Flatabø

November 18 , 2014
Hey. Eg havi sæð at har standa tveir lyktapelar við vøllin í Flatabø. Eru teir til pynt?? Ella er tað meiningin at teir skulu lýsa??
Heilsan ein sum brúkar vøllin.
Boðini eru borin áfram til rætta viðkomandi.

 

Grundstykki uppí vestur

November 18 , 2014
Hvat kosta grundstykkink uppi í vestur.
Tey kosta 350 kr fyri fermeturin. Grundstykkini eru uml. 600 fermetrar til støddar, so tey kosta uml. 210.000 kr. Íroknað keypsprísin er íbindingargjald fyri vatnveiting og kloakk. Felags reinsiverk er til útstykkingina, so neyðugt er ikki við rottanga.

 

Einvegis

November 18 , 2014
Síggji at onkur spyr um einvegis ferðslu. Kundi ferðslan ikki verið einvegis, fyri vanligar bilar og lati stórar bilar koyrt báar vegir.
Eg haldi eisini at vegurin við skúlan skuldi sjálvandi verið einvegis, góðar royndir eru við tí á m.a Toftum
Alt er ein spurningur um vana, eg haldi bara at ferðslan hevði verið tryggari soleiðis.
Trupulleikin á Niðara Vegi er serliga eyðsýndur, tá vanligir bilar ella størri bilar møta øðrum størri bilum. Trupulleikin verður tí ikki loystur við at skipa einvegis ferðslu fyri vanligar bilar. 

 

Vøllurin á Flatabø

November 18 , 2014
Hevði tað verði møguligt at tendra lyktapelarnar á vøllinum á Flatabø? Tað er sera ringt at spæla tá onki ljós er.
Boðini eru borin áfram til rætta viðkomandi.