BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Læknamidstøðim

Desember 11 , 2014
Tá tekning av fyrstan tíð sást á heimasíðuni var tað ein rímuliga penur bygningur sum sá út til at fella inn í landslagið. Nú er hann meira líkur einum skrímsli. Hvat hava tit gjørt? Um so er at tit vildu fáa nyttu úr kjallaran, so haldi eg at hattar er ein dýr og ljót loysn. Møguliga ikki peningaliga men
Umhvørvisliga.
😠
Tann einasta broytingin, sum gjørd er, er gera kjallari - annars er bygningurin tann sami.
Kjallarin verður gjørdur fyri at sleppa frá stórari uppfylling og stórum skráa oman ímóti skúlanum, og fyri at fáa hølir tøk til onnur endamál. Talan kundi eitt nú verið um hølir hjá skúlanum aat brúka ella hølir við onkrum slagi av tilknýti til sjálva læknamiðstøðina.