BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Barnafrádráttur

Januar 27 , 2015
Hvussu høgur er barnafrádrátturin í kommununi? Og vita tit at vísa á nakað yvirlit yvir barnafrádráttin í ymisku kommununum í Føroyum?

Ein borgari

Takk fyri spurningin.

Barnafrádrátturin í Vestmanna Kommunu er kr. 4.000.
Til ber at síggja yvirlit yvir kommunu- og kirkjuskattaprosent og barnafrádrátt í øllum kommununum á heimasíðuni hjá TAKS. Trýst her.


 

Kavarudding

Januar 27 , 2015
Eg vil bara takka kavaruddarunum fyri tykkara íðni. Tit hava verið óførir, her í hesum heilt serligu umstøðunum. Gamaní ilskaðist eg eitt sindur um, at vit máttu bíða nakað leingi, men kavin var so nógvur, og hvør er sær sjálvum næstur. Tykkara lutur lá ikki eftir.

Vælnøgdur borgari
Vit takka fyri tey rósandi orðini.

 

Talgiltar orabøkur

Januar 27 , 2015
Fara næmingarnir í Vestmanna Skúla framvegis at hava møđuleika at brúka talgiltu orabøkurnar frá Sprotanum.

Takk fyri spurningin.

Jú, næmingarnir í Vestmanna Skúlu fara framyvir at brúka talgiltu netorðabøkurnar. Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Sprotin gjørdi 16. januar 2015 avtalu um, at allar orðabøkurnar á www.sprotin.fo verða tøkar øllum Føroya fólki og øllum heiminum annars.


 

Hjálp til skúlating

Januar 27 , 2015
Góðan dagin tit !
Hevur tað nakrantíð verði frammi, at børnini í Vestmanna Skúla kunnu fáa hjálp til skúlating eftir skúlatíð ?
Foreldur kunnu hjálpa børnunum upp til eitt vist, men so byrjar at stranda á við hjálp frá teimum. Grundin er sera einføld, at foreldruni ikki hava førleikan og harvið kemur barni kanska ófyrireika í skúla næsta dagin.
Eg trúgvi at nógv foreldur vildu verði sera glað fyri eitt tílíkt tilboð og somuleiði vildi hetta hjálp barninum í framtíðini.
Vinarliga heilsan
Jan Haldansen

Takk fyri spurningin.

Málið um lektiuhjálp verður beint nú viðgjørt í Mentanarnevndini og í skúlastýrinum.


 

Kvøldskúlin

Januar 27 , 2015
Nú kvølskúlin fer at byrja aftur í vetur, hevði tað ikki verði eitt hugskot at havt nøkur vikuskiftisskeiðir ígjøgnum veturin. Solieiðis at vit sum sigla høvdu havt møguleika at lutikið á onkrum skeiði. Vit hava sum er ikki nakra gleði av kvøldskúlanum.

Vinarliga ein útisiglari.

Takk fyri spurningin.

Tað eru ikki øll skeið, ið eru egnaði sum vikuskiftisskeið. Nøkur egna seg tó, og vit hava eisini nøkur vikuskiftisskeið.

Um tú ella onkur annar hevur okkurt hugskot til skeið í kvøldskúlanum, frætta vit fegin frá tær. Byrjað verður at leggja skránna til komandi vetur longu í mars mánað.


 

Takk tit tykkum

Januar 27 , 2015
Hey tit á skrivstovuni í Vestmanna Kommunu !

Takk fyri sera væl fyriskipað Vestmanna – dagar.

Tit á kommunuskrivstovuni eiga stóra tøkk uppiborna.

Vil siga, at tann sum stóð fyri “laksa bitinum” leygarkvøldið skal eiga eina sera stóra tøkk,
tí hatta var væl smakkandi matur og gjørt við hepnari hond.

Tónleika løturnar í Vektarbúðini í gjøgnum alla vikuna riggaðu væl.

Altjóða buffe”in var sera væl dámd.

Morgunmaturin, loppumarknaðurin, bilaframsýingin, myndaframsýningin og myndakappingin leygardagin hepnaðis væl.

At børnini eisini fingu onkur upplivilsir, var sera væl hugsa.

Endin á vikuni var leygarkvøldið og tað var eitt deiligt kvøld í teltinum.

nøgdur borgari

Vit takka fyri tey rósandi orðini. Vit takk sjálva fyri tað góðu undirtøku, Vestmanna-dagarnir hava havt. Tað vísir heilt greitt, at tørvur er á tiltakinum.


 

Stuðul til Bátastevnuna

Januar 27 , 2015
Sá at bygdarráði hevði samtykt ikki at stuðla bátastevnuni! Hvat er grundgevingin, tí neyvan er nakað tiltak ið fær Vestmanna so nógv fram í ljósið sum Bátastevnan?

Takk fyri spurningin.

Tað er rætt, at bygdarráðið samtykti ikki at ganga umsókn um stuðul til Bátastevnuna 2014 á møti.

Fólkini handan Bátastevnuna gera eitt stórt arbeiði og hon hevur eisini stóran týdning fyri bygdina. Hetta ásannar Vestmanna Kommunu eisini.
Grundgevingin fyri ikki at ganga nevndu umsókn á møti var, at Vestmanna Kommuna veturin 2013/2014 hevði rindað uml. kr. 150.000 fyri parkeringsøki og omankoyring til róðrarneystið.
Vestmanna Kommuna ger tó á hvørjum ári nógvar uppgávur í sambandi vð Bátastevnuna; t.d. at fríðka havnaøkið, heingja perur upp, setir flaggstengur upp, flagging, prenting av brúgvanumrum, leiga av ruskbingjum, gøtusóping og upprudding.


 

Voxpopp og annað radio

Januar 27 , 2015
Hey tit í kommununi.
Ber tað ikki til hjá tykkum at fáa samráð við teir sum senda Voxpopp og annað í Havn, at eisini fáa sent teirra tónleik ígjøgnum sendaran hjá Staðnum FM. Tað vildi verði ein góð tænasta fyri borgaran og somuleiðis, so trúgvi eg at fleiri vestminningar vildu lurta eftir tí fantaskisku rásuni Staði FM tá hon nú sendir sínar sendingar.
Hetta vildi alt annað líka verði ein vinn vinn støða fyri borgaran og Staði FM.
Tað ræður um at brúka teir møguleikar sum eru ella ?

VH
Jan Haldansen

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Bygdarráð hevur viðgjørt fyrispurning frá VoxPopp um loyvi at brúka sendaran hjá Staðnum FM til at senda ígjøgnum. Bygdarráðið samtykti ikki at ganga fyrispurninginum frá fólkunum handan VoxPop á møti, fyri m.a. at sleppa undan at leggja seg út í kappingina millum privatar fyritøkur. 

Síðani hetta er avtala gjørd við Vágaportalin, at sendingarnar hjá Staðnum FM verða lagdar á vp.fo, so áhugaði uttan fyri Vestmanna kunnu fylgja við í tí, sum hendir her.


 

Gøtuljós

Januar 26 , 2015
Kunning .
4 gøtuljós í Fløttisgøtu hava verði myrk í nakrar dagar.Helst eru perurnar farnar í óveðrinum


Vinarliga Guttorm Christiansen
Fráboðanin er send áfram til ElNet, sum vegna kommunua umsitur gøtuljósini.

 

fjalsvegi

Januar 26 , 2015
lygtapelar/gøtuljós eru farin á fjalsvegi nær verður tað gjørt aftur..
Fráboðanin er send áfram til ElNet, sum vegna kommunua umsitur gøtuljósini.

 

Kavagrevstur

Januar 23 , 2015
Hey

Er tað møguligt at gera nakað við kavan á parkeringsplássinum við handilin hjá Palla og stóru rúgvuna yvirav parkeringsplássinum? Torført hjá búfólki og teimum sum keypa at sleppa av við bilin. Bilarnir verða bara settir onkrastaðni og tann stóra rúgvan fer við øllum sýninum, torført at síggja fólkini til gongu. Ikki forsvarligt tá har vanliga er nógv ferðsla gjøgnum dagin

Vinaliga
Ein nøgdur borgari

Hetta var ein av møguleikunum í eini handavending at sleppa av við nógva kavan, sum legðist har um leiðir  í seinastu viku.

Men, nú kundi kavin verið ruddaður burtur – vit bera boðini víðari til arbeiðsmenninar.


 

kavarudding

Januar 23 , 2015
sjálvandi skullu vit rósa okkara dugnaligu kavaruddingar "squad", men Jørgen í Gerðinum og seinni Fritz í Toftum vóru pedellur í vestmanna skúla, tá eg var smádrongur og tá var gangandi í skúla hjá teimum sum komu inn frá niðara vegi og so okkum úr hæddini (landafrøðiliga meint) kanska var ongin telda at ørkymla við, ongi flugubein at seta í check listan ella hvat veit eg fólk fáast við í dag.
Sum støðan er líkist skúlin svaratasta ongum, har er ikki gangandi hjá teimum sum gjalda skattin, skomm, skomm. Og lat nú vera við at svara við copy paste

Nú var støðan ógvuslig hesar dagarnar í seinastu viku, so tað var mestsum ógjørligt hjá umsjónarmonnunum í skúlanum at halda gøtur, trappur og tún opin. Tá tað helt uppat at kava var tó skjótt gongt til og ímillum skúlarnar. Skúlin hevur lítlan kavablásara, men sjálvt ikki hesin kundi brúkast í ógvusliga kavarokinum í seinastu viku.


 

kavarudding ella mangul av sama

Januar 23 , 2015
Eg kundi tonkt mær at vita hvussu stóran prioritet kavarudding hevur í vestmanna.

Dag eftir dag koyrir man i 'putursukri runt í bygdini, og ikki minst hálar vegir. Hvar er kavaruddingin, og saltbilurin, hesin seinni kanska serliga um kvøldið???

Man blívur skjótt svakur av at koyra runt í hesum putursukrinum, sum eisini er serliga vandamikið at koyra i. Serliga er Meðalsbrekka og ikki at gloyma tey uppi í Vestri við sviðið soð.

Sum skattgjaldari í hesi kommunu við landsins hægsta skattaprosentið, fari eg at forlanga, sum tað allarminsta, at vegirnir eru í koyriførum standi - hvønn dag :( eisini tíðliga ummorgunin, tá fólk fer til arbeiðis....suk

Eg tími ikki at hoyra um góð dekk og koyring eftir umstøðunum. Tey krøvini eru uppfylt frá undirrataða, so fari til arbeiðis!!

Kavaruddingin og saltingin av vegunum hava sjálvandi høga raðfesting, og roynt verður altíð at hava vegirnir í koyriførum standi.

Tá útlit eru fyri hálku, verður saltað – eisini um kvøldið. Um hálka kemur óvart á, kann tað henda, at ein løta gongur, áðrenn saltingarakfarið fer runt, men tað er sjáldan.

Tað man vera sjáldan, at saltað er soleiðis, at koyrt verður runt í “putursukri”, sum tú sigur. Tað kann helst koma fyri, tá saltað er, og eitt følv legst eftirfylgjandi.


 

gøtuljósini

Januar 23 , 2015
í kavaódnini herfyri gingu gøtuljósini - í svinginum hjá Odu og víðari omaneftir - fyri!

Nær ætlar VK at gera hetta i ordan aftur? Nú er ein vika farin, og har er onki hent enn.

Har er beinleiðis lívshættisligt um morgnarar. Fult av børnum, sum mugu ganga á vegnum, tí gongugøtan har er heldur ikki grivin, sum so nógva aðrastaðni í bygdini.

Ilt er at síggja børnini tá myrkt og regn er.

Vónandi verður hatta gjørt áðrenn onkur liggur afturá.

Gøtuljósini í Gørðum og Mikkatrøð

Sum flest øll hava lagt til merkis, hava gøtuljósini í Gørðum og Mikkatrøð ikki lýst í meira enn eina viku. Orsøkin er tann, at gøtuljóssteyri í Mikkatrøð brotnaði av klaka í kavarokinum í síðstu viku. Tá steyrin brotnaði, slitnaðu linjurnar til gøtuljósini báðumegin við. Gøtuljósini í Gørðum og Mikkatrøð eru samanhangandi, og tí sloknaðu øll gøtuljósini í hesum øki.

Nýggjur steyri má setast, og fyri at fáa streym í nýggja steyran má kaðal leggjast frá steyrunum báðumegin við. Hetta er eyðvitað eitt arbeiði, sum tekur tíð, men arbeiðið hevur høga raðfesting, so fyrsta dagin verður farið undir at seta nýggjan steyra og at grava fyri kaðlunum.

Vit rokna við, at fyribils kaðal verður lagdur fyrsta dagin, soleiðis at gøtuljósini vónandi lýsa aftur í seinnu helvt av komandi  viku.

Heitt verður á bilførarar um at vísa serligan ans á hesum myrka strekki. Ongar gongubreytir eru, og tí ganga fólk á vegnum.


 

Trø

Januar 20 , 2015
Synd ,at kirkjan á web-myndini av Vestmanna , nærum ikki sæst frá sjónum. Hon er mest sum fjald av trøum.

Sum tygum síggja á myndini, er støðan ikki so galin kortini. Men sjálvandi skulu vit av og á skera av trøunum, og tað verður eisini gjørt.


 

Salting

Januar 20 , 2015
Hví er lítil og ongin salting í vetur? Teir smærri vegirnir eru lívshættisligir at koyra og ganga á. Hevur kommunan onga saltingar ætlan yvur ALLAR vegirnar í bygdini ?

Vestmanna Kommuna hevur eina kavagrevstrarætlan, sum eisini er galdaldi fyri salting av vegunum.

Saltað verður altíð, tá tað verður mett neyðugt. Tá saltað verður, verða allir vegirnir saltaðir. Har bilførarin ikki hættar sær við saltingarakfarinum, skal saltast við hond.


 

Salting

Januar 20 , 2015
Eg skilji ikki, hvussu tað ber til, at kommunan ikki saltar ávísar vegir í bygdini.
Tað búgva hóast alt nøkur fólk í Fløttisgøtu, bæði børn og vaksin. Harafturat er eisini onkur, ið er 100 % rørslutarnaður, ið hevur tørv á, at vera fluttur við bili. Vit hava øll rætt til, at fáa flutt okkum, eisini tá ið glerstoytt er. Veruleikin er, at kommunan ikki hevur saltað Fløttisgøtu í fleiri ár.
Ein saltkassi stendur niðast í brekkuni. Tað er frálíkt, men plaseringin er so sum so. Tað hevði verið lættari, um saltkassin hevði staðið ovast í brekkuni. Tað havi eg nevnt fyri teimum ráðandi áður. Enn er einki hent.
Tá ið fólk bróta seg sundur í hálkuni, eiga tey ið stýra, at bøta um trygdina á vegunum, eisini á vegunum, ið ikki eru beinleiðis høvuðsvegir.
Vit, ið búgva í Fløttisgøtu, eru stak illa nøgd við, at kommunan einki ger, soleiðis at vit fáa flutt okkum á tryggan hátt, bæði til gongu og við bili.
Uppáhaldið um, at ein øgilig rúgva av salti er brúkt í ár, hevur ikki hjálp okkum í Fløttisgøtu.

Vinarliga
Jóhan Simonsen

Vestmanna Kommuna hevur eina kavagrevstrarætlan, sum eisini er galdaldi fyri salting av vegunum. Arbeiðsmenninir hava fingið at vita, at teir eisini skulu salta Fløttisgøtu. Um teir ikki hætta sær oman í Fløttisgøtu við saltingarakfarinum, skulu teir saltað við hond.

Ein saltkassi er nú settur ovast í Fløttisgøtu.

Hóast kavagrevstrarætlanina kunnu fólk saltað sjálvi, har saltkassar eru uppsettir.


 

Læknamiðstøðin

Januar 20 , 2015
Veit ikki um bygningurin er ljótur ella eitt skrímsl, sum ein viðmerkjari sigur, men tað undrar meg almikið, at tað skal verða brúk fyri einum so stórum bygningi. Hatta er eitt heilt slott, veit at tannlæknin eisini skal vera har, men kortini sær hatta øgiligt út. Hvat siga tey fólkini, sum búgva beint aftanfyri? Tey hava mist alt útsýnið, men skuldi hatta til fyri at fáa lækna at vera her, so er sjálvandi gott, men, sum borgarstjórin segði í einum viðtali, so hava vit onga tygd fyri tí, hvat so??

Bygningurin er einki ov stórur!
Læknaparturin skal hava hesi høli: 3 viðtaluhøli, starvsfólkarúm, starvsfólkavesi, kanningarstovu og skrivstovvu til læknaskrivaran. Tannlæknaparturin hevur 2 viðtaluhøli, starvsfólkarúm, starvsfólkavesi, sterilisatiónsrúm, teknikkrúm, skrivstovu og móttøku. Harafturat er rúm til heilsufrøðing, sum veitir heilsufrøðiliga tænastu til smábarnafamiljur. Felagsrúm er, eins og bíðirúm og vesi til rørslutarnað. Eisini er teknikkrúm til hitaskipanir, útlufting o.l. Rúmini eru ikki gjørd størri enn neyðugt.


 

Kai ljós á nýttárinum

Januar 20 , 2015
Góðu tit í kommununi.
Tað hevði verið frálíkt um tit kundu slókt stóru ljósmastrarnar á kaiini um midnáttarleitið á nýttárinum.
Eg, og fleiri við mær, hava mangan staði og ilskast inn á hvussu nógv hesi ljós taka frá tí sera stóra innsatsi í bygdafólki ger fyri at prýða bygdina við eldi á nýtttárinum.
Um tað eru trygdarviðurskifti ið halda tykkum aftur við at slókkja, so eri eg vísur í at tað neyvan er ein trupulleiki handan hálvan tíman! Og øll eiga eisini eina pannulykt í dag :)

Heilsan
Ein blikkamaður

Tað er av trygdarávum, at kailjósini ikki verða sløkt. Tað kann jú okkurt óhapp henda handa hálvan tíman, tygum vísa á, og tá kundi tað verið vanlukkuligt, um ljósini vóru sløkt.