Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Nær er

Februar 23 , 2015
Kan onku í kommununi ikki gera tað so, at borgarar í góðari tí fáa at vita hvat kemur fyri á kommunustyrisfundi. Gongur alt ob gangt í millum.

Vit takka fyri áheitanina. 

Fundarskráin til bygdarráðsfund skal almannakunngerast í seinasta lagi 4 arbeiðsdagar áðrenn bygdarráðsfund.

Tað kemur fyri, at nevndarfundir verða fluttir, og tískil verður skráin almannakunngjørt ov seint. Soleiðis var hesuferð, og tí varð skráin ikki løgd fyrr enn í hósdagin. Skráin liggur á heimasíðuni og í vindeyganum í Kommunuskrivstovuni. 

Vit biðja um umbering, og lova at bøta um kunningina.

 


 

ítróttarhøllin

Februar 20 , 2015
Góðan dagin.
Kunna tit siga mær, hvønn eg kann seta meg í samband við í ítróttarhøllini?
Dóttir mín spældi dyst í høllini farna vikuskiftið og hevur gloymt hondbóltin hjá sær eftir og ynskja vit at fáa fatur á onkrum, ið kann hjálpa okkum við at finna bóltin aftur.
Vit búgva í Gøtu, so tað er eitt sindur møtumiki at koyra vestur, um so er at bólturin ikki er har.

Vh
Eyðrit Gøthe
Tit kunnu seta tykkum í samband við húsavørðin, sum hevur telefon nr. 770195.

 

Læknamiðstøðin

Februar 13 , 2015
Heldur læknamiðstøðin upprunaliga kostnaðin.
Játtanin fyri 2014 helt, og roknað verður heilt víst við, at játtanin fyri 2015 eisini fer at halda.

 

Heimið á Grønanesi

Februar 03 , 2015
Samstarvsavtalan sum Vestmanna Kommuna er ein partur av vísir at Heimið á Grønanesi verður leiga út til samstarvið í 25 ár og síðani verður heimið eftir hetta ogn hjá samstarvinum.
Kunnu tit upplýsa fylgjandi:
1. Hvat kostaði heimið at byggja?
2. Hvussu nógvur studningur er veittur frá tí almenna?
3. Hvussu stóra lántøku hevur Vestmanna Kommuna tikið til heimið?
4. Hvussu stórur verður tann samlaði rentukostanðurin uppá heimið?
5. Tá tey 25 árini eru farin og samstarvið yvirtekur heimið, hvussu nógvan vinning/tap hevur avtalan kostað ella givið Vestmanna Kommunu?

Vestmanna Kommuna takkar fyri spurningarnar

Svarini eru hesi:

  1. kr. 49.000.000
  2. kr. 16.800.000
  3. kr. 32.200.000
  4. Lánið til Heimið á Grønanesi skuldi upprunaliga afturgjaldast yvir 15 ár, men kommunan hevur valt at gjalda væl meira niður av láninum seinastu 2 árini, enn avtala var í lánsskjølunum.
    Um vit rokna lánstíðina til 15 ár, so er samlaði lánikostnaður við rentum kr. 40.014.000, herav rentur eru kr.7.814.000.
  5. Aftaná tey 25 árini hevur Vestmanna Kommuna fingið afturgodið kr. 42.048.000 fyri heimið.


 

Eldraøkið

Februar 02 , 2015
Nær fáa vestmenningar at vita hvussu samstarvsavtalan er orðað. Og um vestmenningar nú hava mist ávirkanina á heimið á Grønanesi sum vit hava fingið við tógvið stríð og eru so glað fyri .Um eg havi hoyrt rætt, so er avtalan í hvussu so ikki til okkara fyrimun og so er bygdarráðslimur úr Kvívík settur sum leiðari. Hann má velsagtens siga bygdarráðsarbeiði frá sær, ella hvussu? Er hann ikki inhabilur um hann verður sitandi í bygdarráðnum??
Ein sum væntar sær svar Ella at tit lýsa við at "Spyr bara" letur aftur
Samstarvsavtalan sæst á heimasíðuni hjá VEKS, veks.fo, og annars er leinkja til hana her.

 

Samstarvsavtalan

Februar 02 , 2015
Er møguleiki fyri at fáa kunning um samstarvsavtaluna fyri V.E.K.S á hesa heimasíðu? ella ber til at lesa hana onkra aðra staðir?
Samstarvsavtalan sæst á heimasíðuni hjá VEKS, og annars er lenkja til hana her.

 

Læknamiðstøð

Februar 02 , 2015
Lækni ,tannlækni og heilsusystir skulu
húsast í nýggja bygninginum,hevði so ikki
verið rættast at kalla tað heilsumiðstøð ?
Takk fyri spurningin
Vestmanna Kommuna hevur ikki tikið støðu til, hvussu miðstøðina skal kallast.
Fyribils verður bygningurin kallaður læknamiðstøð í umsitingarligum høpi.
Kommunan kemur í næstum at taka støðu til, hvussu bygningurin skal kallast alment.

 

vetrarfriðing

Februar 02 , 2015
Ein orsøk til, at vetrarfriðing er so dýr er, at bøndur skulu hava endurgjald fyri mist vetrarbit. Hetta er ein avoldað lóg sum burdi verði strikað. Hvat við at gjørt eitt gott hegn beint oman fyri privatu grundstykkjunum so seyðurin ikki hevur atgongd til hesi stykkir og almennan veg í bygdini og at seyðurin so kundi gingið í veltum bøi alt ári ? Bóndin hevði so ikki rætt til endurgjald og varð friðingin tí nógv bíligari. Nevnda loysn er roynt aðrastaðir - eitt nú á Strondum við góðum úrsliti
Takk fyri spurningin
Vestmanna Kommuna gjørdi í summar avtalu við Fjalshaga um friðing av parti av teirra vetrarbiti. Kommunan er somuleiðis í samráðingum við Heygahaga Fremru Helvt um vetrarfriðing. Sáttmáli verður vónandi undirskrivaður í næstum. Eisini eru samráðingar við Neshaga, men hesar eru enn ikki komnar so langt ávegis.

 

Spælipláss

Februar 02 , 2015
Hevur Vestmanna kommuna nakra ítøkiliga ætlan um at gera eitt spælipláss í bygdini? - tad hevdi skapad trivnad fyri barnafamiljuna, um eitt slíkt var.
Takk fyri spurningin
Vestmanna Kommuna hevur sett pengar av á fíggjarætlanini fyri 2015 til spælipláss og trivnaðarøki við skúlan.
Eisini eru pengar settir av til betran av spæliplássunum í Gjáarlon og við Látipípuna.