BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

almenn toilettir

Mars 30 , 2015
møtti tveimun dønum í morgun,spurdu meg um almenn toilet var í nánd, tíverri mátti eg siga at ongi almenn toilett eru í vestmanna .eg veit tey hava veri men eru burtubeind tí onnur skuldu taka sær av toilettinum,men so er ikki so vítt eg veittit kunnu rætta meg hvissi eg fari skeiv, men um so er eg havi rætt er ta ikki gott fyri ummvóni hjá vestmannakomunu.vóni titunna svara mær
Almenn vesi eru á havnarskrivstovuni og í skúrinum við nýggja kirkjugarðin.

 

Kommunan

Mars 26 , 2015
Havi tađ fatal, at kommunan bara sleingir okkurt út til borgaran. Kommunan hevur ongantíđ veri so óvirulig sum nú.Hvat viđ arbeiđsformanninum? har bleiv heldur ikki søkt.

Takk fyri spurningin.

Í sambandi við at fyrrverandi arbeiðsformaðurin segði seg úr starvi, valdi kommunan ikki at seta nýggjan formann. Umleggingar skuldu gerast á tekniska økinum, m.a. skuldi manningin minka úr fýra niður í tríggjar mans. Eisini varð avgjørt, at Vestmanna Kommunu heldur brúkar avloysarar, tá ið tørvur er á tí til ávísar uppgávur.

Verandi arbeiðsformaður hevur í nógv ár virkað sum avloysari fyri arbeiðsformannin, tá ið hesin hevur verið burturstaddur. Sostatt hevur hann drúgvar royndir við arbeiðsuppgávunum innan tekniska økið.

Tá ið arbeiðsformannin segði seg úr starvi, gjørdi henda nattúrliga frágongdin tað møguligt at sleppa undan uppsøgnum av verandi manning.

Vestmanna Kommuna hevur og er sera nøgd við at hava verandi arbeiðsformann í hesum starvi.


 

Barnagarđsøki

Mars 25 , 2015
Kann Vestmanna kommuna greiđa frá sparingunum á barnagarđsøkinum.6F

Takk fyri spurningin. 

Vestmanna Kommuna hevur ikki gjørt nakrar sparingar í rakstrinum á dagstovnaøkinum. Men hevur hinvegin hækkað raksturin fyri 2015. 

Vestmanna Kommuna  hevur frá mars 2015 lagt dagstovnaøkið undir eina felags leiðslu, har ið man hevur ein leiðara og tveir varaleiðarar í mun til frammanundan, har vit høvdu tveir leiðarar og tveir varaleiðarar.

Við broytingini í leiðsluni væntar Vestmanna Kommuna framyvir at hava eina minking í lønarútreiðslum til leiðslu á uml. kr. 400.000 árliga.


 

Barnaansing

Mars 25 , 2015
Gevur kommunan systkinaavsláttur í samband við barnaansing? Um so er, hvar ber til at finna eitt yvirlit yvir tað?
Sýggi fleiri hava spurt, men havi ongantíð enn lisið svar uppá spurningin: Hevur kommunan nakrar ætlanir um at hækka barnafrádráttin?

Ein nøgdur borgari

Takk fyri spurningin. 

Vestmanna Kommuna letur ikki systkinaavsláttur til barnaansingina. Vestmanna Kommuna viðgjørdi hetta til fíggjarætlanina fyri 2015, men valdi at seta skattaprocentið niður úr 23% í 22%.

Bygdarráðið viðgjørdi eisini spurningin um at hækka barnafrádráttin, men valdi sum omanfyri nevnt í staðin at lækka skattaprocentið. 

Hesi bæði málini verða  heilt víst eisini tikin upp í sambandi við fíggjarætlanararbeiðið í heyst.


 

vegarbeiði

Mars 25 , 2015
Síggi, at nógv verður skrivað um vánaligu vegirnar í bygdini, og at væntandi verða pengar settir av til asfaltering, men er nøkur vón at ynskja sær, at t.d. at arbeiðið fram við Ovara Vegi frá Fossá og ein góðan km inn í bygdina verður gjørt liðugt? Vegurin hevur staðið hálvgjørdur í skjótt 40 ár, og somuleiðis er við einum ótali at støðum í Vestmanna.
Vagnur Streymoy

Takk fyri spurningin, Vagnur. 

Vestmanna Kommuna harmast um, at tað eru so nógv óliðug vegastrekki og støð. Vestmanna Kommuna fer vónandi í komandi fíggjarætlanunum at seta pengar av til at fáa hesi strekki liðug.


 

goymslupláss

Mars 25 , 2015
Hevur kommunan eitt pláss til mítt ítriv, um eg fari at samla uppá bilvrak og dangur?
Vagnur Streymoy

Takk fyri spurningin, Vagnur. 

Kommunan hevur lendi, ið tú ert vælkomin at leiga frá Kommununi. Eitt lendi, sum er væl egnað til hetta endamál, er í innhegningini í grótbrotinum. Hetta økið er á umleið 1.000 fermetrar, og leigukostnaðurin er kr. 15,- fermeturin um árið J


 

Slatur

Mars 25 , 2015
Er ta ratt at pedellur er fluttur úr høllini av seligari orsøk niðan í Gjaarlon kann ta vera ratt at hann situr har uppi og bara hevur tann stovnin nar fara tit so at seta nyggjan pedell i hollina tá hin nú er vekk hava tit lov sum tit nu gera bara at biða onkran arbeiða í høllini fyri hin uttan at lysa tað leyst

Takk fyri spurningin. 

Húsavørðurin á stovnunum tekur sær av m.ø. Gjáarlon, Látipípuni, Sýslumanshúsunum, Johnsa Handli og Staðnum. 

Sí annars svarið til spurningin “Størv” niðanfyri.


 

Størv

Mars 25 , 2015
Nú er tað soleiðis, at eg komi nógv í høllina og svimjihylin við mínum børnum. Havi lagt til merkis, at ein nýggjur húsavørur er har viðhvørt. Havi onga starvlýsing sæ til hettar. Nakað áðrenn jól vóru vit og svumu, og har var aftur ein annar. Vist nokk abbasonur Ein av húsavørunum. Spurdi hann um hann var avloysari. Hann svaraði at abbi hevði vagt, men var farin til Havnar, so hann hevði fingið lyklarnar og læt upp fyri seg.
Kunnu tey , sum arbeiða hjá kommununi bara biða onkran fyri seg?
Hevur kommunan ikki "pligt" til at lýsa eftir fólkið, so øll hava møguleikan til at søkja?
Ella ræður tað bara um, at hava skeggið nær høkuni?
Fyri mær sær tað út til at hettar er guff fyri løgtingsins umboðsmann.
Rokni við at hetta verur svarað.

Ein sera spyrjandi skattgjaldari.


Vit fara víðari við hesum, um tit ikki svara.

Takk fyri spurningin. 

Í høllini verður arbeitt í skiftandi vaktum og vit hava ta seinastu tíðina havt tørv á einum avloysara til vikuskfitir.

Vestmanna Kommuna arbeiðir í løtuni við at fáa hesi viðurskifti í rættlag, og tá ið komið er á mál, verður søkt eftir einum fólki at røkja m.a. hesa uppgávu. 

Vit hava tosað við viðkomandi húsavørð, sum tú nevnir í hesum spurningi. Sum hann minnist, varð hann biðin um at fara eitt ørindi av bygdini fyri kommununa, og spurdi tískil abbasonin, um hann kundi lata upp fyri seg. Tí hann vildi ikki órógva hin húsavørðin, sum hevði frí. Einki er galið í hesum. 

Tá ið tit spyrja, um kommunan ikki hevur “pligt” til at lýsa eftir fólki, so kunnu vit einans svara, at vit halda okkum til lógir og reglar á starvsfólkaøkinum. 

Kommunan viðger ikki starvsfólkamál inni á “spyr bara”, so um tit hava fleiri spurningar eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til kommununa hesum viðvíkjandi. 

Um tit halda hetta vera guff fyri Løgtingsins umboðsmann, eru tit vælkomin at venda tykkum til hann.


 

Hvat er meiningin

Mars 25 , 2015
Síggji niðanfyri at tit ætla bara at hampa um vegirnar, nei álvara tos, tað kunnu tit ikki meina, tit tosa bara um at tit faa meira skatt inn. Nú má okkurt henda við vánaligu vegunum.
Sí tíðindi á forsíðuni.

 

Asfalt

Mars 25 , 2015
Er spurningurin ikki komin har til, at asfalterast má ?
Sí tíðindi á forsíðuni.

 

Vánaligir vegir !!!

Mars 10 , 2015
Huff sum eg, og uttan iva nógv við mær, eru troytt av vánaligum vegum í vestmanna. Vegirnir eru so vánaligir, at teir rætt og slætt oyðileggja bilarnar, tað er rættuliga óharmuligt. Sum dømi kann nevnast allur Ovari vegur og Garðastovuvegurin. Tað er so galið, at eg heldur koyri eftir Rógvuvegi fyri at koma til Gjáarlon, og tað er ein stórur umbegur fyri meg. Verða vegirnir í nærmastu framtíð gjørdir betri ? Annars alt gott til Vestmanna Kommunu.
Heilsan ein sum ikki vil oyðileggja sær bilin !

Takk fyri spurningin

Vestmanna Kommunua fer at gera neyðugar ábøtur á vegirnar í ár, men tað eru ikki settir pengar av til asfaltering. 

Fíggjarætlanin fyri 2016 verður viðgjørd frá oktober mánaða í ár,  og vónandi verður upphædd tá sett av til asfaltering.


 

Vegirnir

Mars 10 , 2015
Ætlar kommunan at brúka nakað av peningi til at bøta um okkara, eftir hondini, sera sera sera vánaligu vegir ?? Her er næstan ikki koyrandi í bygdini longur.

Takk fyri spurningin

Vestmanna Kommunua fer at gera neyðugar ábøtur á vegirnar í ár, men tað eru ikki settir pengar av til asfaltering. 

Fíggjarætlanin fyri 2016 verður viðgjørd frá oktober mánaða í ár,  og vónandi verður upphædd tá sett av til asfaltering.


 

Sólarmyrking

Mars 06 , 2015
Síggi at nógvar kommunur gera nógv burtur ú nú sólarmyrking verður m.a. felags morgunmat, túrar og brillur til borgarar. Men úr Vestmanna hoyrist einki! Ætlar kommunan veruliga einki at gera fyri borgaran nú hendan so serstaka hending stendur fyri durum?

Takk fyri spurningin. 

Í Vestmanna ætlar kommunan at lata dyrnar upp í Vektarbúðini, so at fólk kunnu vera saman har, meðan sólarmyrkingin er. Opið verður kl. 8.00 – 11.00, og høvi verður eisini at keypa sær ein kaffimunn. 

Vestmanna Skúli skipar hendan morgunin fyri útferð niðan á Gomlu plenu, har ið foreldrini hjá børnunum eisini eru boðin við.

Dagstovnarnir hava opið tann dagin. Vit hava varhugan av, at nógv fara at halda frí hendan dagin, men høvi skal vera fyri at koyra barnið á stovn, um neyðugt er hjá foreldrunum at fara til arbeiðis. 

Vektarbúðin og Krambúðin lata uppaftur kl. 15, og har verður opið til seint út á kvøldið.

Kl 20.00 verður tónleikacafé á Vektarbúðini, har ið Finnur Koba og Pauli Magnussen fara at framføra. 

Nevnast kann eisini, at øll gøtuljós í bygdini, eisini á kei-økinum og á kommunalum bygningum verða sløkt hendan morgunin, so tey ikki fara at órógva hesa sermerktu løtu.  


 

Kirkjugarðarnir

Mars 06 , 2015
Góðan dag.
Hevði tað ikki verið ein møguleiki at gjørt tað eitt sindur meira hugnaligari ella meira vælkomandi, tá man kemur í kirkjugarðarnar. Tildømis á jólum, tá var alt bølamyrkt í kirkjugørðunum og man sá einki uttan so at onkur bilur lýsti niðan ella man sjálvur hevði lummalyktir við og tað er sera harmiligt og tað burdi okkurt verði gjørt við tað. Havt ljós ella okkurt líknandi, so tað var meira "glaðari" at koma oman ella niðan í kirkjugarðarnar og havt tað á øllum árstíðunum.

Vestmanna Kommuna fer í vár at seta ljós fram við høvuðsgøtuni í nýggja kirkjugarðinum. Hetta eru ljós líknandi teimum, ið eru set á grøna økinum uttanfyri niðastu brúnna um Fossá.

Í gamla kirkjugarði eru ljós oman við høvuðsgøtuni. Fyribils eru ongar ætlanir um at seta fleiri ljós.