BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Útstykking

Apríl 24 , 2015
Er tad sett nakad árstal á nær útstykkingin verdur gjord til nyggj grundstykkir, fra Heygalid og uteftir og fjalslid og uteftir?
Nei, tað er enn ikki sett nakað árstal á, nær útstykkingarnar uttanfyri Hórðará í framhaldi av Heygalíð og Fjalslíð verða gjørdar.

 

Hvat verður til tey ungu?

Apríl 24 , 2015
Hvat verður fyri tey ungu á bátastevnuni í ár?
Fyribils skráin er lýst her á heimasíðuni og aðra staðni við. Men eitt tað nýggjasta er, Emilie Esther, sum gjørdist vinnari av X-Factor 2015, og Jógvan Joensen sum gjørdist nr. 2, koma at framføra í stóra tjaldinum á Bátastevnuni.

 

toilettir

Apríl 09 , 2015
Takk fyri svarið.eru toilettini opin alt døgnið og hevði tað ikki veri ein góð ide at tit skeltaðu við tið onkustaðni sum turistar síggja tað á eini talvu, kanska inni á Fjørð?
Vesini skuldu altíð verið opin.
Vit hava á skeltum Inni á Fjørð og á Niðara Vegi uttanfyri Fossá víst á hesi vesini. Vit hava eisini víst á tey í faldarum til ferðafólk.