BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Sea Shepherd

Juni 12 , 2015
Hey :)

Sá nú um dagarnar at onkur á FB heitti á kommununa um at boykotta Sea Shepherd her í Vestmanna, kann borgmeistarin greiða mær/okkum frá hvørja støðu kommunan hevur til hetta mál ?

Vælnøgdur Vestmenningur

Takk fyri spurningin.

Ivasamt er, hvat ið kommunur kunnu gera. Vit vænta leiðreglur frá Kommunufelagnum í dag, og tá verður støða tikin til, hvat ið gjørt verður frá kommununnar síðu.


 

Hol

Juni 12 , 2015
Kann kommunan ikki endurskoða ein nýggja fíggjarætlan og fáa fíggjarmálaráðið at góðtakað hana, so asfalterað ? er nakað í vegin við tíð ?

Takk fyri spurningin.

Eins og vit hava svara áður, endurtaka vit, at vegirnir verða umvældir í ár, men at ætlanin er at seta pening av til asfaltering á fíggjarætlanini fyri komandi ár.


 

Verið meiri jalig góðu Vestmenningar☺

Juni 12 , 2015
Eg vil bara koma við einum góðum ráði til øll míni bygda fólk, eg haldi at tað virkuliga keðiligt at lesa bæði her inni og á Facebook, tí nærum alt er so negativt.
Eg sjálv haldi at lívið er nógv stuttligari tá man velur at hugsa um tað góða.
Eg má siga at stórur partur av tí sum er at lesa her inni eg grenj og øvundsjúka sum eg dugi at síggja tað.
Gamaní er vegirnir hjá okkum ikki góðir, og ja tað er eisini nokkso rotið at seyðurin gongur í bygdini enn, men eg haldi at kommunan hevur svara spurningunum nøktandi, og einferð burdi verið nokk, so eg haldi man skal hava eitt sindur av "toli", Rom bleiv ikki bygt eftir einum degi.
Eg dámi ótrúliga væl at búgva í okkara vøkru bygd, men eg haldi at tað hevði verið nógv stuttligari at verið her um øll vóru meiri jalig.
Ynski øllum eitt gott summar☺

Jona Jensen

Takk fyri viðmerkingina, Jona.

Tær verður somuleiðis ynskt eitt gott summar.


 

Vetrarfriðingin

Juni 12 , 2015
havi frætt, at tað er ongin semja við hagapartin í Nesinum. kann borgarstjórin váttað hetta. Hvat merkir tað ? -Tað hevur verið almannakunngjørt, at tit hava sjørt semju við hinara hagapartarnar, eru tit byrjaðir at hegna o.a sum skal titl ?

Vestmanna Kommuna hevur gjørt sáttmálar við Fjalshaga og Heygahaga Fremru Helvt um vetrarfriðing, og kommunan er í samráðingum við Neshaga.


 

Fitjar

Juni 12 , 2015
Hví verður ikki tikið betir upp inni á Fitjum eftir niðurtøkuna av 2 húsum. Sær út sum ein bomba er slept har. ??

Økið er nú hampað.


 

Seyður

Juni 12 , 2015
Er tað rætt, at grundstykkini í miðalsbrekku eru seld við vetrarfriðing. Vit skrivað 19. Mai og seyður gongur allastaðni... Ja tað er ongin gróður, men tað er ikki mín høvurpína. Mín høvurpína er at seyðurin gongur og etir alt sum roynir at koma upp uttanfyri hjá okkum. Hvussu gongur við vetrarfriðing...hettar kann virkuliga ikki vera soleiðis í 2015, seyðuri hevur meira rætt enn eg.
Ongin vetrarfriðing minkar heilt ótrúligt um trivnaðin hjá fólki... Komi nú og vísi at tit kunnu hjálpa okkum at fáa eina vakra blómandi bygd.

Takk fyri spurningin.

Rætt er, at goldið er fyri avtøku av vetrarbiti fyri útstykkingina í Miðalsbrekku.

Um mett verður, at lítil gróður er, kann seyðurin vera á bønum í upp til 14 dagar aftanaá 14. mai.

Vestmanna Kommuna hevur gjørt sáttmálar við Fjalshaga og Heygahaga Fremru Helvt um vetrarfriðing, og hegningin í hesum sambandi er byrjað. 


 

vegurin til gjáarkjaft

Juni 12 , 2015
Nær verđur vegurin um gjáarkjaft liđgur ?

Vestmanna Kommuna hevur ongar ætlanir í løtuni um at gera vegin um gjáarkjaftin.


 

Viðv. Lýsingunum

Juni 12 , 2015
Hey tit

Kundi hugsa mær at spurt tykkum um hví tit ikki geva skúlaungdómunum møguleikan at tjena sær nøkur oyru í samband við hegning og sláing av kirkjugørðunum. Tey ungu hava ikki teir stóru møguleikarnar at arbeiða, nú tá ið fiskavirkini ikki arbeiða so nógvan fisk, sum fyri fáum árum síðani.
vh Jónsvein

Hetta hevur verið umhugsað, men arbeiðini vara longur enn bert í summarfrítíðini hjá skúlanum – tí varð avgerð tikin um at søkja, sum í umsóknunum tilskilað.

Viðmerkjast skal tó, at tveir av nevndu størvum eru sett við ungum monnum, sum eru undir útbúgving.


 

Bungu við barnagarðin

Juni 12 , 2015
Sum mamma at børnum i hesari kommununi, havi eg eitt hjartasuff. Fyrst og fremst skilji eg als als ikki, hví barnagarðurin liggur so høgt uppi í bygdini, tað er langt yvir mín forstand, men tað fáa tit tíverri ikki gjørt nakað við nú/enn. Næst, so er tað eitt øgiligt stríð at koma í barnagarðin við fleiri børnum. Kemur man samstundis sum fleiri onnur foreldur, noyðist man at parkera langt niðri ella uppi í brekkuni. Og tit kunnu ætla tykkum at tað er alt annað enn stuttligt, eftirsum har al oftast er nógvur vindur; regnar tað, eru børnini á kroppi áðrenn man er komin inn. Og ikki er tað lov at koyra oman til porturið. Eisini meti eg at tað er stórur tørvur á einari bungu nærhendis barnagarðinum, tí har koma alt ov ofta bilar gassandi framvið við tí hundans ferð, og hjarta lýpur upp í hálsin, skuldi nakað barn runnið yvirum!! Sjaførurin hevur ongan kjans, um eitt barn kemur rennandi handan ein bil. Eg veit at eg eri ikki einsamøll um at halda hetta við bilunum, havi tosað við onnur foreldur, ið eru samd.

Ein annars nøgd mamma, ið so innarliga hevði ynskt at barnagarðurin lá longri niðri í bygdini.

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna hevur roynt at skipa ferðsluna við ikki at loyva parkering í ovaru síðu omanfyri Gjáarlon og tíðaravmarkaðari parkering í niðara borði. Hetta vísir seg tó ikki at hjálpa, tí bilar standa hvønn morgun og hvønn seinnapart parkeraðir í ovara borði, tá børn skulu setast av ella avheintast.

Strikurnar fram við vegbananum uttan fyri Gjáarlon deila vegbanan frá gonguteiginum? Tíverri parkera bilar innan fyri ta fult upptrektu linjuna og tískil verða fólk, stór og smá noydd at fara út á vegbanan at ganga. Tað hevði verið betri, um parkeraðu bilarnir stóðu eitt longri úti, so pláss var fyri fólki at ganga  innan fyri bilin og ikki á vegbananum.

Vit fara at heita á leiðsluna og foreldrafelagið á stovninum um enn einaferð at heita á foreldur um at halda ferðslureglurnar á staðnum.

Tað verður frárátt at gera bungu í eini brekku, ti at tað í hálku og kava kann føra við sær, at akfør, sum seta ferðina niður áðrenn bunguna, hava ov lítla ferð at sleppa um hana – og at akførini annars seta ferðina upp, fyri at sleppa um bunguna, og tá er einki vunnið.


 

Forskúli

Juni 12 , 2015
Hevur nakrantíð verið tosað um/er nakar áhugi fyri, at hava forskúla/ein 0. flokk í Vestmanna?

Takk fyri spurningin.

Eingin ítøkilig viðgerð hevur verið um spurningin viðvíkjandi forskúla í Vestmanna.


 

Spurningar

Juni 12 , 2015
Hví vera allir spurningar ikki svaraðir ?

Flestu spurningar verða svaraðir.
Teir spurningar, sum ikki verða svaraðir, eru teir, sum snúgva seg um persónlig viðurskifti hjá starvsfólki. Slíkir spurningar verða ikki viðgjørdir á Spyr bara.

Koma nógvir spurningar um sama mundi inn um eitt og sama evni, so verða nakrir av teimum strikaðir, so vit ikki endurtaka svarini. Allir spurningar verða tó lisnir og viðgjørdir í umsitingini/politiskt.


 

Nýggja útstykkingin

Juni 12 , 2015
Er tad rætt at "gomlu" grundstykkini Uppi í Vestri skulu seljast ádrenn farid verdur undir nýggju útstykkingina?

Um Vestmanna Kommuna ynskir at fleiri fólk búseta seg í Vestmanna, so burdi kommunan umhugsad, nær hon ætlar at byrja uppá nýggju útstykkingina uttanfyri Hódrará. Tey fáu grundstykkini sum standa til sølu Uppi í Vestri hava stadid á sølulista í fleiri ár og vilja nokk standa á sølulista í fleiri ár afturat vegna vantandi tørv. Eftir mínum tykki høvdu fleiri fólk flutt til bygdina um fleiri nýggj grundstykkir uttanfyri Hódrará høvdu verid til sølu. Í stadin fyri at ongin keypir grundstykkir frá Kommununi, kundi Kommunan lættliga selt 10 nýggj grundstykkir um møguleiki var til tess.

/Rúni Joensen

Takk fyri spurningin.

Ein nýggj útstykking er ikki treytað av, at eftirverandi grundstykkir Uppi í Vestri verða seld.

Í løtuni er eftirspurningurin eftir grundstykkjum lítil. 13 umsøkjarar standa á lista hjá kommununi, men av hesum eru helst bert eini 5 umsóknir at meta sum ítøkiligar. Men, kanska hevur tú rætt í, at ein nýggj útstykking hevði vaksið um áhugan.


 

flaggdagsrøða

Juni 12 , 2015
veðrið var vánaligt flaggdagin ,so øll høvdu ikki møguleika at hoyra flagg-
røðuna hjá Jonhardi.Er møguleiki at
fá hana á heimasíðuna her?

Takk fyri spurningin.

Jonhard Mikkelsen ynskir ikki, at røðan verður løgd út.


 

Brandleiðari

Juni 12 , 2015
Hoyrist at vit ongan leiðara hava fyri brandliðið.
Hvør er orsøkin til at leiðarnir skifta so títt.

Takk fyri spurningin.

Vit hava leiðara fyri Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið – verandi leiðari er tó í farloyvi og annar av varaleiðarunum er tí virkandi leiðari.


 

Vegirnir

Juni 12 , 2015
Nú má kommunan taka seg saman og fáa gjørt okkurt munandi gott við vegrinar í bygdini, hetta líkist ongum at tað ikki er koyrandi á vegunum, uttan man má koyra slalom.
Vit, sum borgarir vilja hava eina varandi loysn, einki tvætl at eingir pengar eru settir av, so er at fáa pengar til vega.

Ein, sum roynir at vera góður við bilin.

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna hevur boðað frá á heimasíðuni, at vegirnir verða umvældir í ár, men at ætlanin er at seta pening av til asfaltering á fíggjarætlanini fyri komandi ár.


 

Plenan

Juni 12 , 2015
Nú stundar til summar og høllin fer í summarfrí og vit, gomul sum ung, vera noydd at fara á Plenuna, um vit vilja sleppa at sveitta eitt sindur.
Trupuleikin er, og hevur verið í fleiri ár, at vøllurin er skít farligur. Mátturnar eru farnar sundur og fleiri mans hava oyðulagt sær fótliðin tí man beklar niður ímillum.
Tit hava sagt nú í fleiri summar, at tit fara at bøta um hetta, lyftini vera ikki hildin...erguligt
Kvívíkin hevur eina fantastiska plenu. Hygg eftir henni
Eg veit vit hava Flatabø, men tað bjóðar man ikki vaksnum.
Hvat er planurin við øllum graslíkinum sum liggur uppi við kommunuhøllina ?
Góðu tit, tak hetta til eftirtektar, tí vit eru nógvir í tali tilsamans
Minnist til trívnaðin....ella mugu vit ringja til Dánjal Petur og spyrja um vit kunnu sparka á teirru deiligu plenu
Vh
Ein eldri "sparkari"

Takk fyri spurningin.

Kommunan hevur útvegað graslíki at leggja á vøllin, men ætlanin er at gera hetta í samband við eina heildarumvæling av vøllinum. Eingin upphædd er tó sett av til hetta arbeiði í ár, men vónandi verður arbeiðið gjørt komandi ár.


 

Borgarar rasandi

Juni 12 , 2015
kann nakar siga mær um nakar kommunupolitikari hevur gjørt eina roynd at at broyta fíggjarætlanina til at útvega pengar til at fáa asfalt í okkara holutu vegir er naka uppskot lagt fram um at gera eina roynd til tess. Hetta ber slettis ikki til longur, bilarnir smildrast sundur og hvør einasti borgari er rasandi um støðuna. Kann ikki sparast onrkar staðni og asfalt kann koyrast í holurnar.

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna hevur boðað frá á heimasíðuni, at vegirnir verða umvældir í ár, men at ætlanin er at seta pening av til asfaltering á fíggjarætlanini fyri komandi ár.


 

Sysknaavsláttur

Juni 10 , 2015
Tað verður mangan tosa um sysknaavsláttur í barnaansingini.

Um nú eitt par hevur 3 børn í barnaansing, hvussu hevði so verið, um tað triðja barnið fekk frípláss, inntil tað bert vóru 2 í ansing?


Hetta hevði kanska, fingið fleiri barnafamiljur til bygdina, og verðandi pør høvdu fingið fleiri børn :)

Vinarliga

Ein vælnøgdur borgari :)

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna letur ikki systkinaavsláttur til barnaansingina. Vestmanna Kommuna viðgjørdi hetta til fíggjarætlanina fyri 2015, men valdi at seta skattaprocentið niður úr 23% í 22%. 


 

Læknamiðstøðin

Juni 10 , 2015
Nú frættist at eingin lækni virkar í bygdini.
Spell nú læknamiðstøðin er um at verða klár at taka í nýtslu.
Hvar skullu vit venda okkum um vit hava tørv á lækna?
Í hesum døgum verður arbeitt við at seta á stovn heilsuhús við breiðum fakligum kunnleika.
Hvat hava tit hugsa at mannað okkara hús við??
Vh.Spurin borgari

Í summar eru avloysarar til arbeiðis í læknaviðtaluni, sí http://vestmanna.fo/kommunulaeknaavloysarar+i+summar.html.

Um eingin læknaavloysari er, skulu tit venda tykkum til læknamiðstøðina í Kollafirði. 

Ætlanin er, at lækni, tannlækni og heilsufrøðingur skulu húsast í læknamiðstøðini. Hvat seinni kann koma í kjallarahæddini er enn ikki tikin støða til.


 

Jeg har en klage

Juni 10 , 2015
Hej. Jeg er en 10 åri pige som har den tradition at mig og min mor vi altid planter et træ til min fødselsdag i maj. Men min mor har sagt at hendes 106 planter er blevet spist af får, og jeg er så bange for at det også kommer til at ske for mit træ:( Så jeg vil bare spørge om i er søde at sette et hegn for, oppe i fjellene? ;) så fårene ikke kommer og spiser mit træ til næste år.
Mvh Dina

Takk fyri spurningin, Dina.

Í Vestmanna eru tríggir hagar, sum hava mark til bygdina. Vestmanna Kommuna hevur gjørt avtala við tveir teirra um at hegna seyðin úti úr bygdini. Arbeiðið er farið í gongd, og frá 15. oktober kemur í ár skuldi seyður ikki oman í bygdina meira har, tvs. frá Gjógvará (áin, sum er við skúlan) og inneftir.
Samráðingar eru í gongd við hagan, sum eigur vetrarbitið frá Gjógvará og úteftir, men enn er ikki komið á mál.


 

kavarudding

Juni 10 , 2015
Eg fari at spyrja VK um kavaruddingina uppi í vestri. Væl veit eg, at hetta er ein býlingur ið ikki hevur serliga høga raðfesting hjá VK. Eg fari tó allíkavæl at loyva mær at spyrja um tað er realistiskt av VK, at kavaruddingin endar sína rutu (sambært korti hjá VK) uppi í vestri? Havandi í huga, at hesin parturin av bygdini er tann har kavi og hálka legst fyrst og allarmest.

Ruddingin uppi í vestri er so hálv og so ónøktandi at tað er alla átalu vert. Tað gevur absolut onga meining, at maskinan fer framvið býlinginum har ringast stendur til og fer oman eftir brekkuni og kemur ikki niðanaftur fyrrenn fleiri tímar seinni! Man freistast til at halda, at samtligir bygdaráðslimir als onga hóming hava av hvussu standurin er heruppi, og um hvussu nógvur kavi legst heruppi í mun til fks. Meðalsbrekku.

Vit eru trods alt fleiri sum gjalda skatt heruppi. Og eina ferð i tíðini hevur VK útstykkja hetta økið til sethús. Man kann so diskutera hvussu klókt hetta var. Vit sum búgva heruppi høvdu ikki møguleika at byggja aðrastaðni í bygdini. Gloym ikki tað.

Eg fari at heita á VK um at taka verandi kavaruddingarskipan upp til nýggja viðgerð, og byrja har sum ringast stendur til - Uppi í Vestri.

Hvis eg visti tá vit bygdu heruppi hvussu lága raðfesting hesin býlingurin í allar mátar hevur heruppi, so hevði eg aldrin í lívinum bygt her. Og vónandi fær hetta onnur sum ætla sær at byggja heruppi, at hugsa seg um tvær ferðir. Tí kavaruddingin er ikki tað einasta sum haltar her, men tað er ein heilt onnur søga. At snakka við kommununa er sum at sláa í eina dýnu. Í besta fall verður tað bara flent eftir okkum hjá kommununi - havi eg lati mær fortalt.

Takk fyri viðmerkingina um kavaruddingina uppi í Vestri. Viðmerkingin verður latin teknisku nevnd, og viðgjørd í sambandi við at kavagrevstrarætlanin verður endurmett í heyst.


 

Takk

Juni 10 , 2015
Á forsíðuni á tykkara heimasíðu standa nógvar kunningar, sum viðkoma okkum borgarum. Tað haldi eg vera ordiliga gott, so stóra tøkk skulu tit hava fyri tað :)

Takk fyri – vit royna at hava síðuna so dagførda sum gjørligt.
Leita tit eftir onkrum á heimasíðuni, sum tit ikki finna, frætta vit fegin frá tykkum, so síðan kann vera so viðkomandi sum til ber.


 

Fíggjarorka

Juni 10 , 2015
Nógv finnast at vegunum í Vestmanna. Atfinningarnar eru rættar, tí slíkir vegir finnast helst ikki aðrastaðni í Føroyum.
Kommunan svarar atfinningunum soleiðis á heimasíðuni:
" men sum fíggjarligu útlitini eru í ár, so er bert møguleiki at bøta um vegirnar.

Kommunan er í teirri støðu, at í ár fer læknamiðstøðin við flestu íløgunum, og árini frammanundan hevur tað verið røktarheimið á Grønanesi, sum er farið við íløgunum."
Samstundis verður boðað frá, at ætlanin er, at fara í holt við vetrarfriðingina í mei.
Spurningur mín er: Hvussu nógv fer vetrarfriðingin, at tyngja fíggjarstøðuna hjá kommununi komandi árini og kann væntast, at rúm ikki verður fyri t.d. asfaltering orsaka av hesum?
Kann hugsast, at skattaprosentið hækkar komandi ár?

Vinarliga
Jóhan Simonsen


Men frá næsta ári av er ætlanin at fara undir eina miðvísa asfaltering av vegunum.

Takk fyri spurningin, Jóhan.
Vestmanna Kommuna hevur á heimasíðuni boðað frá, at kommunan í ár bert ger ábøtur á vegirnar, ímeðan ætlanin er at seta pengar av til asfaltering á fíggjarætlanini fyri næsta ár.
Vestmanna Kommuna væntar ikki, at vetrarfriðingin fer tyngja fíggjarstøðuna hjá kommununi komandi árini, so at rúmd ikki verður fyri asfaltering.

Kommunuskattaprocentið verður ásett í sambandi við fíggjarætlanararbeiði seint í heyst. 


 

Fundarfrágreiðingar

Juni 10 , 2015
Bert ein lítil spurningur.
Ber tað til at síggja gamlar fundarfrásøknir her á síðuni. Meina bara um tað er møguligt at blaða eitt sindur aftur í kansa 1-2 ára gamlar frásøknir.

Takk fyri spurningin

Í vinstru síðu á framsíðuni sæst antin fundarbókin frá seinasta bygdarráðsfundi ella fundarskráin til komandi bygdarráðsfund. 

Til ber at lesa fundarskráir og fundarbøkur frá øllum bygdarráðsfundum, sum hava verið síðani 2005 undir teiginum Bygdarráðið – Fundarskrá/Fundarbók.


 

Grótbrotið

Juni 10 , 2015
Grótbrotið hevur aldri veri órudduligari en tað er nú, hví sær Grótbrotið út sum tað ger?
Tað hevur ofta veri sagt, at um eigarin ikki beinur burtur, verður burturbeint fyri eigarans rokning!
Okkurt má gerast , har er nærum ikki koyrandi longur.

Vestmanna Kommuna og Vestmannahavnar Havn arbeiða við málinum.


 

grønanes

Juni 10 , 2015
Á fíggjarætlanini stendur onki um at uttanumøkið hjá Heiminum á Grønanesi verður gjørt liðugt. Skal tað virkelige verða so at okkara gomlu sum búgva har heldur ikki í ár skulu kunna njóta teir góður dagarnar uttandura? Hugsi her um økið ímillum lonirnar, sum bert er grús heldur en ein træterassa Ella líknandi. Skal hugsast um trivna eisini har

spurin

Vit takka fyri spurningin.

Í sambandi við at fíggjarætlanin fyri 2015 varð viðgjørd seinasta heyst, varð eingin játtan latin til uttanumøkið á Grønanesi.

Í vár játtaði kommunan tó, at terrassa verður gjørd millum tvær av lonunum. Vestmanna Kommuna rindar fyri tilfarið og umsjónarmaðurin á heiminum ger arbeiðið. Arbeiðið er í gongd og verður liðugt eina av komandi vikunum.


 

Umsitingein

Juni 10 , 2015
Hví økjur kommunan um umsitingina, samstundis sum tað skal sparast alla aðrastaðni ?

Takk fyri spurningin.

Nógvar uppgávur eru lagdar á kommunalu umsitingarnar seinastu mongu árini, uttan at tímar eru fylgdir við. Bygdarráðið samtykti tí seinasta ár at játta eitt starvsfólk avtrat til umsitingina. 


 

STAÐIÐ

Juni 10 , 2015
Er ongin í Kommununi sp frægur, at hann torur at ringja til SIRRI í Havn og siga, at navni STAÐIÐ hoyrir heima í Vestmanna. Hvør er formaður í mentunarnevndini ?

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna arbeiðir saman við løgfrøðingi við málinum