BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Vertarfriðingin

Juli 10 , 2015
Kann kommunan siga okkum hvussu tað gongur at faa handa sáttmalan við Nes Haga uppá pláss í samband við vertarfriðingina. Hvørja meting hava tit um tað verður friður fyri seyði tá tíðin fyri at opnað portrini aftur er komandi vár.

Vestmanna Kommuna er í tøttum samráðingum við Neshaga, og kommunan vónar, at ein niðurstøða verður klár til einaferð í heyst.


 

rottur

Juli 10 , 2015
Eg síggi hetta stendur á tykkara heimasíđu um rottur: "Lógin um umhvørvisvernd áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun at avmarka livilíkindini hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi, sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur."

Eitt er hvat privati persónurin ger; hvat ger kommunan fyri at minka um møguleika hjá rottu at fáa fastatøkur?

Takk fyri spurningin.

Seinasta vetur var stórur ampi av rottu so at siga allastaðni í bygdini. Vestmanna Kommunu legði tá stóra áherðslu á at seta rottufellur upp allastaðni, har ið fráboðanir komu frá. Fellurnar hava síðani verið eftirhugdar aðruhvørja viku; etið hevur verið av rottueitrinum, og fráboðanirnar eru minkaðar burtur í so at siga einki.

 Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum. Tí er umráðandi, at tann, ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til umsitingina hjá Vestmanna Kommunu. Skal rottutýningin eydnast til fulnar, eigur fólk við serkunnleika at skipa fyri.

Um tú hevur trupulleikar av rottum ella hevur sæð rottu, skalt tú venda tær til umsitingina á tlf. 770 100, sum syrgir fyri,  at rottueitur verður lagt út.


 

forskúli

Juli 10 , 2015
hevur veriđ tosađ um/er nakar áhugi fyri forskúla í Vestmanna?

Tað hevur verið tosað um forskúla av og á. Men enn er málið ikki tikið upp ítøkiliga sum eitt ynski frá hvørki skúla, dagstovnunum ella politikarunum.


 

Bunga

Juli 10 , 2015
Er eingin møguleiki fyri at fáa eina bungu nærhendis barnagardinum? Fleir bilar koyra púra ørt framviđ, havi uppliva tađ fleiri ferđ eg havi veriđ har viđ børnunum! Tađ skal bara henda einaferđ.. Kann ikki vera meiningin, at slíkt skal bíđast viđ, til onkur ER yvirkoyrdur

Tað verður frárátt at gera bungu í eini brekku, ti at tað í hálku og kava kann føra við sær, at akfør, sum seta ferðina niður áðrenn bunguna, hava ov lítla ferð at sleppa um hana – og at akførini annars seta ferðina upp, fyri at sleppa um bunguna, og tá er einki vunnið.

Víst verður annars til spurningin “Bungu við barnagarðin”, sum varð svaraður tann 12. juni 2015.