BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Stýrisskipan fyri ferðslunevndina hjá Vestmanna Kommunu

 

§ 1 Ferðslunevndin er skipað sambært §7, stk. 2 í Stýrisskipanini fyri Vestmanna Bygdarráð.

§ 2 Í ferðslunevndini eru 3 limir, nevndarlimirnir eru bygdarráðslimir og verða valdir við lutfalsvali. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni.

§ 3 Ferðslunevndin er ein ráðgevandi nevnd undir teknisku nevnd. Ferðslunevndin kann viðgera ferðsluviðurskifti, m.a. ferðslutrygd, skelting, parkering, gonguteigar og –breytir, skúlagøtur.

Stk. 2 Ferðslunevndin hevur ikki regluligar fundir, men viðger mál eftir áheitan frá teknisku nevnd ella teknisku deild.

§ 4 Nevndarlimirnir verða samsýntir við fundarsamsýning fyri hvønn fund. Koyripeningur verður latin fyri tænastuørindi uttanbýggja.

§ 5 Ferðslunevndin situr fram til 31.12.2012.

 

 

Samtykt á bygdarráðsfundum tann 29. septembur 2009 og 27. oktobur  2009.

Vestmanna Bygdarráð