BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Flyting

 

Flyting í kommununi
Fólk, sum skifta bústað í kommununi, skulu boða Kommunuskrivstovuni frá flytingini.

Flyting til Vestmanna Kommunu úr aðrari kommunu í Føroyum
Flytingin skal bert fráboðast Kommunuskrivstovuni í Vestmanna.
Fráflytningarkommunan fær boð um flytingina frá Landsfólkayvirlitinum.

Flyting úr Vestmanna Kommunu til aðra kommunu í Føroyum
Flytingin skal bert fráboðast kommununi, ið flutt verður til.
Vestmanna Kommuna fær boð um flytingina frá Landsfólkayvirlitinum.

Flyting til Vestmanna Kommunu úr einum norðurlandi
Verður flutt úr einum norðurlandi til Vestmanna Kommunu, skal flytingarskjal útfyllast á Kommunuskrivstovuni í Vestmanna.
Tú verður biðin um at hava samleikaprógv og útlendskt p-tal við.
Norðurlendska kommunan, ið tú flytir frá, fær boð um flytingina frá Landsfólkayvirlitinum.

Flyting úr Vestmanna Kommunu til norðurland
Verður flutt úr Vestmanna Kommunu til eitt norðurland, skal flytingarskjal útfyllast hjá kommununi, ið flutt verður til.
Tú verður biðin um at hava samleikaprógv og føroyskt p-tal við.
Vestmanna Kommuna fær boð um flytingina frá Landsfólkayvirlitinum.

Flyting til Vestmanna kommunu úr øðrum landi enn norðurlandi
Verður flutt til Vestmanna Kommunu úr einum landi uttan fyri norðurlond, skal flytingarskjal fyllast út á Kommunuskrivstovuni í Vestmanna, umframt at tú eisini skalt melda teg úr kommununi, tú flytir frá.
Tú verður biðin um at hava samleikaprógv og útlendskt p-tal við, umframt pass og uppihaldsloyvi. Eisini verður biðið um hjúnarbandsváttan, um tú ert gift/-ur.

Flyting úr Vestmanna kommunu til annað land enn norðurland
Verður flutt úr Vestmanna Kommunu til eitt land uttan fyri norðurlond, skal flytingarskjal fyllast út á Kommunuskrivstovuni í Vestmanna, umframt at tú eisini skalt melda teg til kommununa, tú flytir til.

Sí eisini løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit, sum er á www.logir.fo.