BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 24.09.2019

Ruskinnsavning

Gráið ruskposin
Grái ruskposin er til dagliga húsarhaldsruskið, sum skal brennast. Í Vestmanna verður grái posin vanliga heintaður mánadagar.
IRF letur hvørjum húski eitt rull við gráum posum tvær ferðir um árið; í mars og í september. Rullið við gráum posum skal røkka í eitt hálvt ár.

Um grái posin ikki verður heintaður, verður tú biðin um at kanna, um ruskinnsavnarin hevur lagt eina fráboðan í ruskstativið ella í postkassan. Eru ongi boð, eigur tú at boða Kommunuskrivstovuni frá, tlf 770 100.

Hvíti posin
Har húskið hevur stativ til bæði hvíta posa og gráa posa, verður nøgdin í hvíta posa kannað regluliga, og posin verður tikin, tá hann er hóskandi fullur.
Hevur húskið ikki stativ til hvíta posa, setir húskið hvíta posan hóskandi fullan til stativið við gráa posa, tann dagin grái posin verður heintaður. Tá verða báðir posarnir tiknir.

Reyði posin
Reyði posin er til serliga dálkandi burturkast, t.d. allan tann kemiska lút tú nýtir til húsið, bilin, bátin o.s.fr. Eisini kann smærri elektronikkur latast til endurnýtslu.

Tá tú skalt lata reyða posa inn, skalt tú seta hann saman við gráa posa tann dagin, hesin verður heintaður. Knýt posakjaftin saman ella bind um hann, tá ið posin verður settur út.
So verður reyði posin tikin og tú fært ein nýggjan í staðin. 

Um tú ongan reyðan posa hevur, kanst tú boða IRF frá hesum á irf@irf.fo, so fært tú ein nýggjan posa, næstu ferð grái posi verður heintaður.

Les meira um ruskinnsavningina hjá IRF á irf.fo