BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Um Vestmanna Skúla

 

Í Vestmanna skúla ganga umleið 200 næmingar úr 1. til 10. flokk. Næmingarnir eru úr Vestmanna og Kvívíkar kommunum. Næmingar úr Kvívík, av Stykkinum, úr Leynum og av Skælingi ganga í framhaldsdeildini.

Skúlin hevur 14 vanligar skúlastovur, 8 serstovur og 3 serundirvísingarhøli. Harumframt hevur skúlin ítróttarhøll, svimjihyl og bókasavn. Í hesum skúlaárinum eru 26 lærarar í Vestmanna skúla.

Næmingar skúlans kunnu taka fráfaringarroynd fólkaskúlans eftir 9. flokk og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans eftir 10. flokk.

Partar av skúlanum eru frá 1950, 1967 og 1986. Elsti partur er frá 1950 og liggur á Kongsteigum beint uttan fyri Gjógvará. Næsti partur er bygdur uppí úteftir í 1967. Hesir báðir partarnir vórðu umbygdir og endurnýggjaðir í 1984 - 1986. Tann nýggjasti parturin er beint innan fyri Gjógvará og er tikin í nýtslu 1. februar í 1986.

Fá meira kunning um Vestmanna Skúla á heimasíðuni vestmannaskuli.fo/