BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Garðdagur 2010

13.09.2010

Garðdagurin 2010 í Gjáarlon var mánadagin 21. juni.
Hendan dagin vórðu familjurnar boðnar til ein hugnadag, har ið børnini vóru pyntaði sum prinsessur og riddarar.

Børn sum vaksin hugnaðu sær saman, hoppaðu band og kastaðu blikk. Nøkur av barnagarðsbørnunum høvdu vant sang, og framførdu so lystiliga við Paula sum orkseturleiðara. Dagurin endaði við, at foreldraráðið grillaði pylsur.

Dagurin var sera væl eydnaður, og vilja vit við hesum takka øllum, sum settu sín dám á.