BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Stýrisskipan fyri Vestmanna Bygdarráð

 

KAPITTUL  I

BYGDARRÁÐIÐ

§ 1.     Bygdarráðið hevur 7 limir, ið verða valdir eftir kommunalu vallógini.  (KSL §5,2)

Stk. 2. Bygdarráðið ásetir nærri reglur um málsmannagongd sína í eini fundarskipan. (KSL §5,3)

Stk. 3. Bygdarráðið ásetir nærri reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eini starvsfólkaskipan. (KSL §5,4)

§ 2.     Bygdarráðið velur ein borgarstjóra og ein varaborgarstjóra. Bygdarráðið ásetir setanarbrøkin hjá borgarstjóranum. (KSL §6)

 

KAPITTUL  II

SAMSÝNINGAR

§ 3.     Bygdarráðið ásetir samsýning fyri borgarstjóra, bygdarráðslimir, nevndarformenn, nevndarlimir og umboð sambært kunngerð nr. 14 frá 15. mars 2006.

Stk. 2. Borgarstjórin fær eftirløn sambært skipan, sum skal góðkennast av bygdarráðnum og lúka ásetingarnar í §13 í kunngerð nr. 14 frá 15. mars 2006.

 

KAPITTUL  III

BORGARSTJÓRIN

§ 4.     Nærri reglur um virksemi borgarstjórans í samband við bygdarráðsfundir verða ásettar í fundarskipanini.

§ 5.     Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini sambært kapittul 4 í kommunustýrislógini. (KSL §20)

Stk. 2. Á hvørjum vanligum bygdarráðsfundi boðar borgarstjórin frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðani seinasta fund. (KSL §21)

Stk. 3. Borgarstjórin skal ansa eftir, at tey mál, ið krevja bygdarráðsviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin. (KSL §21,2)

Stk. 4. Borgarstjórin skal síggja til, at málini verða avgreidd uttan óneyðuga seinking. Borgarstjórin kann krevja allar upplýsingar um mál og málsavgreiðslu, sum eru hjá nevndum og starvsfólkum. (KSL §21,2)

Stk. 5. Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum bygdarráðsins. Borgarstjórin ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan. (KSL §21,4)

§ 6.     Hevur borgarstjórin forfall, yvirtekur varaborgarstjórin uppgávurnar í samband við fundarleiðsluna og aðrar uppgávur, í tann mun borgarstjórin áleggur honum. (KSL §24)

 

KAPITTUL  IV

NEVNDIR

Almennar ásetingar um virksemið hjá nevndunum

§ 7.     Til at taka sær av teirri beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftunum hjá kommununi verða hesar nevndir skipaðar (KSL §28,1):

  1. Fíggjarnevnd
  2. Teknisk Nevnd
  3. Mentanarnevnd
  4. Trivnaðar- og Umhvørvisnevnd
  5. Havnarnevnd

Stk. 2. Bygdarráðið kann seta aðrar fastar nevndir. Bygdarráðið kann somuleiðis seta serstakar tíðaravmarkaðar ráðgevandi nevndir og arbeiðsbólkar, sum skulu taka sær av ávísum málum ella gera fyrireikandi og ráðgevandi arbeiði fyri bygdarráðið. (KSL §36)

§ 8.     Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í einari ella fleiri nevndum saman at tosa um felags áhugamál. (KSL §30)

§ 9.     Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktunum. Hann ansar somuleiðis eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan. (KSL §31,1)

Stk. 2. Viðvíkjandi fíggjarætlan og eykajáttanum gera føstu nevndirnar, gjøgnum fíggjarnevndina, tilmæli til bygdarráðið. (KSL §38,4)

 

KAPITTUL  V

FÍGGJARNEVNDIN

§ 10.     Í fíggjarnevndini sita borgarstjórin, ið er nevndarformaður, og 2 aðrir bygdarráðslimir.
Nevndin samskipar arbeiðið hjá øllum nevndum undir bygdar-ráðnum.

Stk. 2. Nevndin tekur sær av umsitingini av teimum viðurskiftum, sum eru løgd til hana sambært kapitul 8 í kommunustýrislógini.

Stk. 3. Nevndin ger uppskot og tilmæli til bygdarráðið um

  • fíggjarætlan
  • kassa- og bókhaldsførsluskipanina hjá kommununi,
  • lántøku, veðsetan, rakstraravlop og tílíkt

Stk. 4. Nevndin tekur sær av fíggjarligu ráðleggingini og samskipar kommunalu ráðleggingaruppgávurnar.
Nevndin ger felags forskriftir fyri ráðleggingina og hjálpir hinum nevndunum við at útvega neyðugt grundarlag fyri teirra ráðleggingararbeiði.
Nevndin ger metingar um fíggjarligar avleiðingar av teimum gjørdu ætlanaruppskotunum og ger tilmæli til bygdarráðið.
Ein frágreiðing frá nevndini skal fylgja við einum og hvørjum máli, sum viðvíkur kommunalum ráðleggingaruppgávum, tá málið verður lagt fyri bygdarráðið til avgerðar.

Stk. 5. Nevndin tekur sær av umsitingini av

  • keypi, sølu og veðseting av fastari ogn
  • lánum
  • starvsfólka- og lønarviðurskiftum
  • tryggingum av ognum, starvsfólkum o.ø.
  • vinnuviðurskiftum og líknandi málum
  • millumkommunalum samstørvum
  • stuðulsumsóknum

§ 11.     Nevndin ger reglur fyri

  • skipanina av umsitingarliga eftirlitinum sambært §13
  • hvussu borgarstjórin og umsitingin skulu fara fram í starvsfólkamálum
  • samskipan av keypi 

§ 12.     Nevndin hevur eftirlit við

  • at fíggjarognir verða umsitnar forsvarliga og í samsvar við avgerðir hjá bygdarráðnum
  • at umsitingin av kommunukassanum og roknskaparføringini hjá kommununi er forsvarlig
  • at ikki verður farið út um játtanirnar á fíggjarætlanini
  • at skjalagoymslan hjá kommununi er forsvarlig 

§ 13.     Nevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri bygdarráðið. (KSL §39)

Stk. 2. Við hvørja upphædd í uppskotinum skal í so stóran mun sum gjørligt vera viðmerkt: 

  1. tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár,
  2. tann upphædd, ið er avsett fyri verandi fíggjarár og
  3. tann upphædd, ið er inngoldin ella brúkt í farna fíggjarári.

Um roknskapurin fyri undanfarna ár ikki er liðugur, kunnu fyribils tøl úr honum verða nýtt.

Stk. 4. Viðmerkingar skulu vera til hvørja kontu, sum siga, undir hvørjum treytum upphæddin kann brúkast, og hvør ið hevur ábyrgd av kontuni.

Stk. 5. Tær íløgu- og fíggjarætlanir, ið nevndin hevur gjørt, verða lagdar fram saman við uppskotinum til ársfíggjarætlanina.

§ 14.     Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll peningaogn hjá kommununi er goymd á tryggan hátt.

Stk. 2. Peningaognir skulu setast í peningastovn, á postgiro ella í tílík lánsbrøv, ið nýtt verða, tá ið um ognir hjá ómyndingum ræður, so tær geva sum mest av sær.

Stk. 3. Virðisbrøv skulu hava átekning um, at tey eru ogn hjá kommununi, og at eingin hevur ræði á teimum uttan samtykt kommunustýrisins. Um til ber, skal átekningin verða skrivað í bók hjá viðkomandi stovni. (KSL §42)

§ 15.  Grannskoðari hjá kommununi er NOTA, Løggilt grannskoðanarvirki P/F, Postboks 30, FO-110 Tórshavn.

 

KAPITTUL  VI
Hinar føstu nevndirnar

TEKNISKA NEVND

§ 16.  Tekniska Nevnd hevur 3 limir.

Stk. 2. Nevndin tekur sær av umsitingini av teimum kommunalu uppgávu-num á tí tekniska økinum, lendisøkinum og í ávísan mun umhvørvisøkinum viðvíkjandi

  • bygdarskipan og byggisamtykt
  • byggi- og bústaðarviðurskiftum
  • vegum og gøtum
  • vatnveiting
  • spillivatnsskipanum
  • ruskinnsavnan, rottangaviðurskiftum og ruskplássum
  • gøtuljósum
  • samferðslu og ferðsluviðurskiftum
  • áum og veitum
  • hegn og bøgørðum

Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina ger nevndin, samb. §10, uppskot og tilmæli til bygdarráðið um

  • íløguætlanir fyri økini, sum eru nevnd í stk. 2
  • gjøld fyri veitingarvirki

Stk. 4. Nevndin tekur sær av rakstri og viðlíkahaldi av

  • kommunalum virkjum og veitingarvirkjum, sum eru partur av ábyrgdarøkinum hjá nevndini
  • frárensluverkum
  • kommunalum bygningum og útbúnaði, sum ikki hoyra undir eina aðra nevnd

 

MENTANARNEVNDIN

§ 17.  Mentanarnevndin hevur 3 limir.

Stk. 2. Nevndin tekur sær umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á undivísingar- og mentanarliga økinum viðvíkjandi

  • fólkaskúlanum, frítíðar- og kvøldskúla
  • ungdómshúsi og frítíðartiltøkum fyri børn og ung
  • bókasøvnum og øðrum søvnum
  • musikkskúlum
  • mentanartiltøkum
  • vinarbýarsamstørvum
  • fornminnum

Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina, samb. §10, ger nevndin uppskot og tilmæli til bygdarráðið um

  • rakstrar- og viðlíkahaldsætlanir fyri bygningar á økinum hjá nevndini
  • íløguætlanir fyri økini, sum eru nevnd í stk. 2 

 

TRIVNAÐAR- OG UMHVØRVISNEVNDIN

§ 18.  Trivnaðar- og umhvørvisnevndin hevur  3 limir.

Stk. 2. Nevndin tekur sær av umsitingini av teimum kommunalu uppgávu-num á trivnaðarøkinum og í ávísan mun á umhvørvisøkinum viðvíkjandi

  • barnaansing og dagstovnum
  • heilsumálum
  • eldri og óhjálpnum, herundir tilboðum og tiltøkum til eldri og óhjálpin, umsorganararbeiði
  • tiltøkum, sum fremja trivnaðin í kommununi
  • umhvørvis- og náttúruvernd
  • fríðkan av kommununi
  • kommunalum frí- og frítíðarøkjum
  • leysgangandi djórum
  • kirkjugørðum og minnisvarðum

Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina ger nevndin, samb. §10, uppskot og tilmæli til bygdarráðið um

  • íløguætlanir fyri økini, sum eru nevnd í stk. 2

 

HAVNARNEVNDIN

§ 19.  Havnarnevndin hevur 3 limir.

Stk. 2. Nevndin tekur sær av umsitingini av teimum kommunalu uppgávu-num á havnarlagnum, sum umfata

  • alt virksemi á havnarlagnum og á havnarøki annars
  • smábátahavn og bátahylar
  • gjøld, m.a. lendisleiga, bátapláss, havnargjøld, vørugjøld, el- og vatnsøla
  • umsiting av bygningum o.ø. á havnarlagnum
  • útbygging av havnarlagnum
  • hvalvánna
  • alivinnuna

Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina ger nevndin, samb. § 10, uppskot og tilmæli til bygdarráðið um

  • íløguætlanir fyri økini, sum nevnd eru í stk. 2.

 

KAPITTUL  VII

ONNUR VIÐURSKIFTI

§ 20.  Bygdarráðslimur kann skrivliga heita á borgarstjóran um at fáa upplýsingar og tekniska hjálp í samband við fyrireiking til fundir. (KSL §16)

Stk. 2. Borgarstjórin ansar eftir, at allir bygdarráðslimirnir fáa  upplýsingarnar, sum eru útvegaðir samb. stk.1.

§ 21.  Beinleiðis atgongd til skjalagoymsluna er avmarkað til borgarstjóran og skrivaran.

Stk. 2. Borgarstjórin setur nærri reglur um mannagongdir viðvíkjandi  journalskipanini. (KSL §17)

§ 22.  Hesar viðtøkur fáa gildi tann 1. septembur 2010.

Stk. 2. Uppskot til broytingar í hesum viðtøkum og uppískoyti skulu vera viðgjørd á tveimum bygdarráðsfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar ímillum hvønn fundin.

 

Soleiðis samtykt á bygdarráðsfundum tann 29. septembur 2009 og 31. august 2010.

 

Vestmanna Bygdarráð