BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Reglugerð fyri dagstovnaøkið

§ 1. 
Kommunalur stovnur 
Dagstovnarnir Gjáarlon og Látipípan eru kommunalir stovnar undir felags dagstovnaøkinum í Vestmanna Kommunu, sum er góðkendir við heimild í løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt (ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 við seinni broytingum). Stovnarnir hava skyldu til at vera undir almennum eftirliti og fylgja teimum umsitingarligu fyriskipanum, ið eru ásettar sambært somu lóg.

2. stk. Dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu er fyri børn undir skúlaaldur og upp til og við 2. flokk, sum eru búsitandi í Vestmanna Kommunu. Børn í 3. flokki kunnu fáa ansingarpláss, treytað av at pláss er tøkt.

§ 2.  
Endamálið hjá stovnunum
Endamálið hjá stovnunum er við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling sambært dagstovnalógini § 2.

2. stk. Javnstillað við 1. stk. er endamálið hjá stovnunum at samskipa tiltøk fyri børn, sum av fysiskum, sálarligum og sosialum orsøkum hava tørv fyri meiri stuðli enn tí, sum heimið megnar at geva.

§ 3. 
Foreldraráð
Fyri dagstovnaøkið skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.

2. stk Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett. Í ráðnum skulu vera 4 limir, sum verða valdir fyri tvey ár í senn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.

3. stk. Ráðið skal vera umboðað av foreldrum, sum hava børn á stovnunum.

4. stk. Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

§ 4.
Setanarviðurskiftir og uppgávubýti
Til tess at røkja dagligu leiðslu stovnsins setur bygdarráðið ein leiðara við námsfrøðiligari útbúgving. Vestmanna Kommuna setir, eftir tilmæli frá leiðaranum, fólk í starv. Kommunan loysir eisini fólk úr starvi eftir tilmæli frá leiðaranum.

Størvini skulu lýsast leys alment.
Fólk, sum verða sett í starv eftir hesi reglugerð, verða lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi yrkisfelag. 

2. stk. Leiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðslu stovnsins og stendur fyri dagliga rakstrinum í samstarvi við kommununa.

3. stk. Leiðarin skipar fyri arbeiðsætlanum, frítíðarætlanum, sjúkraseðlum o.l. Uppsøgn av starvsfólki verður framd í tráð við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur.

4. stk. Stovnarnir hava opið gerandisdagar í dagtímunum.
Barnið skal vera í feriu í minsta lagi 4 vikur um árið.
Stovnarnir eru stongdir í 3 vikur um summari og ímillum jól og nýggjár. Hesir og aðrir frídagar verða kunngjørdir á stovnunum og á heimasíðuni.

5. stk. Leiðarin førir høvuðsbók við upplýsingum um tey børn, ið eru á stovninum. Høvuðsbókin skal innihalda navn barnanna og aldur, foreldur, og hvussu leingi tey vóru á stovninum og um orsøkina til, at tey fóru av stovninum.

6. stk. Leiðarin hevur ábyrgd av, at óregluligar avgerðir ikki verða tiknar á stovninum.
Um kommunan tekur avgerð, ið eftir fatan leiðarans er í stríð við galdandi reglur s.s. sáttmála o.t., hevur leiðarin skyldu til at boða kommununi frá hesum. Um kommunan ikki er samd við leiðaranum hesum viðvíkjandi, kann avgerð kommununnar kærast til landsstýrismannin.

7. stk. Vestmanna Kommuna ger upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landstýrismanninum sambært §4 stk. 2 í dagstovnalógini (ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 við seinni broytingum). 

8. stk. Vestmanna kommuna hevur ábyrgdina av, at foreldragjaldið verður innkravt. Í samstarvi við leiðaran førir starvsfólk hjáverubók, har tað hvønn dag verður skrásett, hvørji børn eru uppmøtt.

§ 5.
Fíggjarætlan
Tað áliggur leiðaranum saman við kommunalu fyrisitingini at gera uppskot til fíggjarætlan, sum verður løgd fyri bygdarráðið til viðmerkingar og góðkenningar.

2. stk. Er talan um størri útveganir, skal keypið ikki fara fram, fyrr enn aftaná at tilboð eru fingin til vega og løgd fyri kommununa til støðutakan.
Er talan um størri útreiðslur, sum ikki eru innan fyri góðkenda fíggjarætlan, skulu útreiðslurnar ikki berast uttan góðkenning frá bygdarráðnum.

§ 6
Eftirstøða
Eru foreldur í eftirstøðu fyri foreldragjald fyri meira enn 3 mánaðir, kann stovnurin eftir samráð við kommununa siga plássið upp. Tó skal kommunan ella barnaverndartænastan frammanundan hava viðgjørt spurningin, um heimild er at nýta frípláss.

§ 7
Royking/rúsevni
Royking og rúsevni eru strangliga bannað á stovnunum og á økjunum, sum hoyra til stovnarnar.

§ 8
Kærumøguleikar
Avgerðir, tiknar sambært hesi reglugerð kunnu innan 4 vikur eftir, at kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Mentamálaráðið.


Samtykt á bygdarráðsfundi tann 30. mai 2016

Pauli T. Petersen
borgarstjóri