BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Innandura fjepparakapping í Vestmanna leygardagin

28.12.2012

Fyri at stuðla tí vælgerandi Carragher-grunninum í Liverpool, skipar Liverpool Føroyar fyri einari innandura fótbóltskapping fyri fjepparar hjá teimum ensku fótbóltsfeløgunum í Føroyum. Kappingin verður í ítróttarhøllini í Vestmanna, leygardagin 29. desember 2012.

Carragher-grunnurin er stovnaður av Liverpool-spælaranum Jamie Carragher. Grunnurin stendur fyri vælgerandi arbeiði millum børn og ung í Liverpool.

Fjepparar hjá teimum ensku fótbóltsfeløgunum kunnu melda seg til innandura fótbóltskappingina á liverpool@liverpool.fo, kostnaðurin er 100 krónur pr. mann.

Liverpool Føroyar vónar, at nógvir fjepparar nýta høvið at melda til eina kapping, sum kann gerast bæði minnilig, stuttlig við nógvari sosialari samveru, samstundis sum peningurin, ið inn kemur fer til eitt gott, vælgerandi arbeiði í Liverpool.