BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.05.2019

ÍSF 80 ár - tiltøk í Vestmanna

04.04.2019









  


Í sambandi við at ÍSF gerst 80 ár fara ítróttarfeløg kring landið at skipa fyri tiltøkum leygardagin 6. apríl.

Í Vestmanna bjóða VÍF og Vestmanna Byrsufelag til hesi tiltøk:

Kl. 10.00-12.00 Vestmanna ÍtróttarFelag Víf - í høllini
Ymisk bóltkast, t.d. eftir blikkum, við ferðmátara, móti málmonnum frá bestu liðunum hjá kvinnum og monnum.
Kaffi/te, køkur og annað leskandi.

Kl. 12.00-14.00 Kappróðrarneystið
Høvi verður at royna rógvimaskinur og at rógva við báti á vágni.
Kaffi/te, køkur og annað leskandi.

Kl. 14.00-17.00 Vestmanna Byrsufelag - Úti á Berg
Kom og royn leirdúgvuskjóting undir vegleiðing av royndum skjótivegleiðarum.