Ítróttargudstænasta

21.09.2011

Í kvøld, mikukvøldið 21. sepember '11 kl. 20 verður skipað fyri Ítróttargudstænastu í Vestmanna Kirkju. Theodor E. Olsen, prestur, prædikar. Vestmanna Kirkjukór luttekur.

Tá ið Uni Næs var prestur í Vestmanna var ítróttargudtænasta eitt afturvendandi tiltak í kirkjuni, og nú verður tátturin tikin uppaftur.

Vónandi koma nógv, bæði ítróttarfólk og onnur, til hesa øðrvísi gudstænastu, sum ikki verður líka sum gudstænasturnar, vit kenna frá sunnumorgni.