BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Ítróttur og heilsa – á Fiskivinuskúlanum

13.03.2013


Vestmanna Kommuna og Fiskivinnuskúlin hava gjørt avtalu um at læna hølir hvør hjá øðrum.

Avtalan er gjørd í sambandi við, at Fiskivinnuskúlin fer at hava lærugreinina Ítróttur og heilsa á tímatalvuni frá og við skúlaárinum 2013-2014. Lærugreinin kemur á tímatalvuna í sambandi við at allar miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum verða umskipaðar í breytir.

Fiskivinnuskúlin fer at læna hølir í Vestmanna Skúla til undirvísing í ítrótti og heilsu. Afturfyri kann Vestmanna Kommuna læna hølir á Fiskivinnuskúlanum.

Vestmanna Kommuna og Fiskivinnuskúlin fegnast um nýggju avtaluna, og vænta, at hon verður til frama fyri víðari samstarvið millum partarnar.