BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Jóansøkubál

19.06.2015

Jóansøkubál leygardagin kl 17

Um viðrar skipar VÍF fyri Jóansøkubáli niðanfyri Johnsa handil. Byrjað verður kl 17, tá grillirnar verða tendraðar. Høvið verður eisini at keypa sær okkurt leskandi aftur við.

Lutaseðlar verða seldir, har nógvir góðir vinningar eru á.

Umleið kl 19 heldur Jørgen Niclasen røðu.

Sungnir verða nakrir sangir.

Bálið verður tendrað uml kl 19.30 ella seinni.