BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-

Jól í Vestmanna 2014

27.11.2014

 Í desember mánaða er nógv at fara til í Vestmanna. Møguleiki er at fara til fleiri konsertir, í Johnsa handil at keypa m.a. heimavirkaðar jólagávur, jólagleði á Grønanesi, umframt mangt annað. Niðanfyri er yvirlit yvir tey tiltøk, sum Vestmanna Kommuna er blivin kunnað um higartil.

fr. 28. nov.
kl. 17
 
Jólatræið verður tendrað
Niels A. Joensen, leiðari fyri Heimatænastuna í VEKS, heldur røðu. Vestmanna Hornorkestur spælir, Vestmanna Sangkór framførir nakrar sangir, og Missjónshúsið skipar fyri felagssanginum, meðan vit dansa um jólatræið. Jólamenninir geva børnunum pakka.
Aftaná haldið verður boðið til heitt kakao og bollar á Staðnum.
   
fr. 28. nov.
kl. 18-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan við heimavirkaðum lutum letur upp í Johnsa handli. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og heimabakaða køku.
   
ley. 29. nov.
kl. 15-18
Jólasøla og jólastova
Jólasølan heldur fram í Johnsa handli.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og heimabakaða køku.
Eitt gylt høvi at hugna sær saman við bygdarfólkinum í jólamánaðinum.
   
ley. 29. nov.
kl. 16
Konsert við Tarira
Sjálvt um jólini nærkast í hvørjum, verða hvørki bjølluljóð ella nissutramp at hoyra, tá Tarira undir leiðslu av Kára Bæk hevur kirkjukonsert í Vestmanna kirkju leygardagin 29. nov., kl.16.
Harafturimóti er takksemið á skránni við tøkk fyri ljósið og fyri sjálva vónina um, at ljósið vendir aftur. Skráin er sett saman av modernaðum kórtónleiki og samtíðarkórtónleiki, umframt at Christina Andersen tekur lut sum gestatónleikari - hon fer at spæla saxofon og fagot á konsertini.
   
su. 30. nov.
kl. 15-18
Jólasøla og jólastova
Jólasølan heldur fram í Johnsa handli.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og heimabakaða køku.
Eitt gylt høvi at hugna sær saman við bygdarfólkinum í jólamánaðinum.
   
su. 30. nov.
kl. 15-18
Jólagleði á Grønanesi
Øll bygdafólkini verða boðin út á Grønanes til ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið.
Í hesum sambandi verður skipað fyri eini lítlari jólasølu av ymiskum lutum, ið húsfólk og starvsfólk hava tilvirkað. 
   
su. 30. nov.
kl. 19
Nicolina á Kamarinum og Vestmanna Kirkjukór
Eitt afturvendandi tiltak í Vestmanna kirkju er tær vælumtóktu adventskonsertirnar, sum kirkjan skipar fyri saman við Vestmanna Kirkjukóri og Vestmanna Sangkóri.
Sunnudagin 30. november, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður konsert í Vestmanna kirkju klokkan 19, har Vestmanna Kirkjukór á hvørjum ári fær nýggjar gestasangarar at hjálpa sær.
Í ár hevur kórið fingið Bergtór Bjarkhamar og Nicolinu á Kamarinum at luttaka, so alt skuldi tekna til, at hetta verður ein hugnalig løta í Vestmanna kirkju sunnudagin.
   
mi. 3. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan heldur fram í Johnsa handli.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og heimabakaða køku.
Eitt gylt høvi at hugna sær saman við bygdarfólkinum í jólamánaðinum.
   
hó. 4. des.

fr. 5. des.

tý. 9. des.

Stór Jólakonsert í Vestmanna kirkju!
Týskvøldið 9. desember kl. 19.00, verður stór jólakonsert í Vestmanna kirkju, har bæði kór og solistar luttaka.
Konsertin er ókeypis, tó verða krukkur settar í forkirkjuna, har fólk kunnu lata pening til "Í menniskjum góður tokki", allur peningur, sum inn kemur, fer óskerdur til tiltakið, sum hjálpir fíggjarliga sperdum føroyskum familjum til jóla.

Tey, sum luttaka á konsertini eru:
Halleluja Sofus, Hallur Joensen, Kristina Bærentsen, Beddi, Kirstin Johannesen, Pauli Magnussen, Magni Christiansen, Vestmanna Sangkór, Vestmanna kirkjukór.
   
hó. 11. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan heldur fram í Johnsa handli.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og heimabakaða køku.
Eitt gylt høvi at hugna sær saman við bygdarfólkinum í jólamánaðinum.
   
hó. 11. des.
kl. 20 
Hugnalig stokkastova
Í íbúðini niðri hjá John verður skipað fyri stokkastovu, har ið bindiáhugað og onnur eru hjartaliga vælkomin at hugna sær saman.
Fyrireikararnir aftan fyri Bindifestivalin, sum verður í Fuglafirði í døgunum 16. - 18. apríl 2015, koma at greiða frá um festivalin.
Kirstin og Pauli koma eisini at framføra nøkur løg.  
   
fr. 12. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan heldur fram í Johnsa handli.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og heimabakaða køku.
Eitt gylt høvi at hugna sær saman við bygdarfólkinum í jólamánaðinum.
   
su. 14. des. Deknaguðstænasta í Vestmanna kirkju
   
mi. 17. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan heldur fram í Johnsa handli.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og heimabakaða køku.
Eitt gylt høvi at hugna sær saman við bygdarfólkinum í jólamánaðinum.
   
hó. 18. des.

fr. 19. des.

Su. 21. des.
kl. 11
Deknaguðstænasta
   
Mi. 24. des.
kl. 16.00
Guðstænasta við Marjun í Kálvalíð 
   
Mi. 24. des.
kl. 17.15
 
Deknaguðstænasta 
   
Hó. 25. des.
kl. 11.00 
Jólaguðstænasta við Marjun í Kálvalíð 
   
Fr. 26. des.
kl. 11.00
 
2. jóladag, deknaguðstænasta 
   
Mi. 31. des.
kl. 17.00
 
Gamlaárskvøld. Guðstænasta við Marjun í Kálvalíð