BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-

Jól í Vestmanna 2016

22.11.2016

Í desember mánaða er nógv at fara til í Vestmanna. Møguleiki er at fara til fleiri konsertir, í Johnsa handil at keypa m.a. heimavirkaðar jólagávur, jólagleði á Grønanesi, umframt mangt annað. Niðanfyri er yvirlit yvir tey tiltøk, sum Vestmanna Kommuna er blivin kunnað um higartil.

Fr. 25. nov.
kl. 15-17
Jólaklipp á Bókasavninum
Fríggjadagin 25. nov. kl 15 verður árligi jólahugnin hjá Bókasavninum.
Vit fara at gera ymiskt jólaprýði, hoyra tónleik, syngja, lesa bøkur og afturvið øllum hesum er kaffi, saft og okkurt gott.
Tiltakið verður eins og farnu ár í Miðhøllini, og øll eru hjartaliga vælkomin.
   
Fr. 25. nov.
kl. 17.30
Jólatræið verður tendrað
Laila Haldansen, nývaldur bygdarráðslimur, heldur røðu. Vestmanna Hornorkestur spælir, Vestmanna Sangkór framførir nakrar sangir, og Missjónshúsið skipar fyri felagssanginum, meðan vit dansa um jólatræið. Jólamenninir geva børnunum pakka.
Aftaná haldið verður boðið til heitt kakao og bollar uttan fyri Staðið.
   
Fr. 25. nov.
kl. 18.30-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan við heimavirkaðum lutum letur upp í Johnsa handli. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og rís
a la mande.
   
Ley. 26. nov.
kl. 14-17
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn, heimabakaða køku og rís a la mande.
Eitt gylt høvi at hugna sær saman við bygdarfólkinum í jólamánaðinum.

Ley. 26. nov.
kl. 15-17
Jólasøla á Grønanesi
Áliga jólasølan á Grønanesi verður á Heiminum á Grønanesi í dag kl. 15.
   
Sun. 27. nov.
kl. 11
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
Guðstænasta við Marjun í Kálvalíð.
Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna. 
   
Sun. 27. nov.
kl. 14-17
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn, heimabakaða køku og rís a la mande.
Eitt gylt høvi at hugna sær saman við bygdarfólkinum í jólamánaðinum.
   
Sun. 27. nov.
kl. 19
Adventshugni í Vestmanna Kirkju
Vestmanna Kirkjukór skipar fyri adventshugna.
Á skránni eru jólasangir og nakrir lættari kendir so sum You Rise Me Up og  What a onderful World, har vestmenningurin John Jacobsen og Birita Poulsen fara at syngja saman.
Lea Kampmann framførir nakrar sangir solo og onkran saman við Kirkjukórinum.
   
Mik. 30. nov.
kl. 16
Eldraguðstænasta og altargongd
Marjun í Kálvalíð.
Boðið verður til nátturða í kirkjukjallaranum aftan á guðstænastuna.
   
Mik. 30. nov.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn, heimabakaða køku og rís a la mande.
   
Hós. 1. des.

kl. 20
Tríggir kendir trubadurar í Vektarbúðini
Hóskvøldið 1. desember kl. 20 verður hugnalig konsert  í Vektarbúðini við teimum trimum Niels Midjord, Holgar Jacobsen og Ólavi Højgaard.
Teir fara at framføra egin løg og tøkuløg. Eisini verður nýggi føroyski jólasangurin hjá Holgar at hoyra. Sangurin eitur “Jólasangur til hina fjøldina”.
Í steðginum fáa áhoyrararnir høvi at heilsa upp á teir tríggjar og at keypa fløgur.
Eisini ber til at keypa sær ein drekkamunn í íbúðini og Krambúðin er eisini opin.
Atgongumerki á 100 kr. verða seld við dyrnar.
   
Frí. 2. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn, heimabakaða køku og rís a la mande.
   
Sun. 4. des.
kl. 11
Deknaguðstænasta
   
Mik. 7. des.

Jólakonsert við Vestmanna Sangkóri
Jólakonsert við Vestmanna Sangkóri og Barnakórinum hjá Rannvá saman við Vestmanna Hornorkestri.
Konsertin verður í Vestmanna kirkju.
   
Hós. 8. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn, heimabakaða køku og rís a la mande.
   
Frí. 9. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
   
Sun. 11. des.
kl. 11
Deknaguðstænasta
   
Sun. 11. des.
kl. 16
Violinkonsert í Vestmanna Kirkju
Konsert við Suzuki næmingum, sum Sámal Petersen og Annette Nielsen skipa fyri.
   
Mán. 12. des.
kl. 20
Jólakonsert við Vestmanna Sangkóri og Vágakórinum
Konsertin verður í Vestmanna Kirkju.
Á skrá eru kendir og minni kendir føroyskir og útlendskir jólasangir, sum kórini syngja saman og hvørt sær.
   
Mik. 14. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
   
Mik. 14. des.
kl. 19
Jólahald fyrr í tíðini
Vestmanna Fornminnisfelag bjóðar til spennandi fyrilestur, sum Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, heldur um jólahald fyrr í tíðini. Fyrilesturin verður í Vektarbúðini í Johnsa handli. Fjálg jólastova er í íbúðini, har høvi er at keypa sær ein drekkamunn, heimabakaða køku og rís a la mande.
Øll eru vælkomin.
   
Hós. 15. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
   
Hós. 15. des.
kl. 19
Sólorka í Vektarbúðini
Myndafrásøgn um Sólorkuferðirnar til Spania.
   
Frí. 16. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
   
Frí. 16. des.
kl. 10
Barnaguðstænasta við Marjun í Kálvalíð
   
Frí. 16. des.
kl. 19
Jólakonsert á Staðnum
Skipað verður fyri spennandi jólakonsert á Staðnum.
Tey, ið framføra, eru Rakul, Marner, Philip, Vár, Gunn, Súsanna, Vagnur og Øssur.
Konsertin er almenn og øll eru hjartaliga vælkomin.
Ókeypis atgongd, men høvi er at stuðla tiltakinum Í menniskjum góður tokki við eini peningaupphædd.
   
Sun. 18. des.
kl. 11
Guðstænasta við Mariu Jørðdal Niclasen
   
Mán. 19. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
   
Týs. 20. des.
kl. 10
Skúlaguðstænasta
Næmingar framføra Jólaevangeliið og fáa bókagávu frá kirkjuni.
   
Týs. 20. des.
kl. 16-22
Jólasøla og jólastova
Jólasølan í Johnsa handli heldur fram. Handilin er á tremur við dygdargóðari, heimavirkaðari vøru.
Fjálg jólastova er í íbúðini, har ið høvi er at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
   
Mik. 21. des.

Jólatónar í Vektarbúðini
Hugnaligir jólatónar verða í Vektarbúðini í kvøld.
Tey, sum framføra, eru Kirstin og Pauli. Eisini lesur Rakul í Gerðinum jólasøgu.
Tiltakið er ókeypis.
   
Ley. 24. des.
kl. 16.00
Deknaguðstænasta 
   
Ley. 24. des.
kl. 17.15
 
Guðstænasta við Marjun í Kálvalíð
   
Sun. 25. des.
kl. 11.00 
Deknaguðstænasta 
   
Sun. 25. des.
kl. 17.00
Jólaguðstænasta við Marjun í Kálvalíð
Annette og Raymund Nielsen framføra jólatónleik.
   
Mán. 26. des.
kl. 11.00
 
Guðstænasta við Mariu Jørðdal Niclasen
   
Mik. 28. des.
kl. 16
Jólafest í Missiónshúsinum
Jólafestin í Missiónshúsinum verður í dag kl. 16.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
   
Ley. 31. des.
kl. 17.00
 
Gamlaárskvøldsguðstænasta við Marjun í Kálvalíð