BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Seinasta freist at ogna sær atgongumerki

30.10.2013

Flestum kunnugt skipar VÍF fyri rimmar jólaborðhaldi í Ítróttarhøllini leygarkvøldið 23. november.

Til jólaborðhaldið verður matskrá við 3 rættum. Undirhaldinum stendur Jákup Veyhe fyri og Kim Hansen band stendur fyri dansinum. So ikki kann sigast annað enn, at lagt er upp fyri einum stórslignum kvøldi. Alt fyri einans kr. 400.

Seinasta freist at ogna sær atgongumerki er mánadagin 4. november. VÍF boðar frá, at tað ikki eru nógv atgongumerki eftir, so um vestmenningar ætla at tryggja sær atgongumerki, mugu teir skunda sær, tí í vikuskiftinum verður farið aktivt í gongd við at selja tey seinastu atgongumerkini til fyritøkur og einstaklingar av bygd.

Til ber at keypa atgongumerki á vif.fo, og eisini á Magn, í Skivuni og hjá Palla Lamhauge.