BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2018

LÝSINGAR

2 fysioterapeutar
til farloyvisstørv í VEKS

Freist at søkja er 24.08.2018

Jólakonsert í Vestmanna Kirkju fríggjakvøldið 15. desembur

14.12.2017

Jólakonsert í Vestmanna fríggjakvøldið við kórum og hornorkestri

Fríggjadagin 15. des. kl. 19 verður tónleikaliga fjølbroytt jólakonsert í Vestmanna Kirkju.

Vestmanna Sangkór, Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Barnakór bjóða øllum til eina forvitnisliga og hugnaliga jólakonsert í kirkjuni.

Tað verður við traditionellum og nýggjari jólatónleiki,  føroyskum, russiskum, donskum, svenskum, norskum, týskum, enskum og italskum – eftir Knút Olsen, Bach, Rachmaninoff, Liljefors, Praetorius, Garau, Leontovich, Nordquist og Johansen.

Í Vestmanna Sangkóri fegnast tey um at syngja við nógvum nýggjum og ungum kórlimum, sum eru komin aftrat í ár, undir leiðslu av kórstjóra Benjamin Gaasedal

Vestmanna Hornorkestur somuleiðis, altíð eitt vælljómandi orkestur undir kønum hondum Atla Kárason Petersen, har tað ikki stendur á, at  fleiri ung koma uppí, sohvørt onnur av teim ungu fara úr bygdini og víðari á tónleikaleið.

Og so nýggja Vestmanna Barnakórið, við glaðum og spentum barnarøddum undir leiðslu av Rannvá Matras Olsen.

Vit bjóða øllum í bygd og bý at verða hjartaliga vælkomin til konsert í Vestmanna kirkju fríggjakvøldið.