BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Jólakonsert í Vestmanna Kirkju

07.12.2013

Mikukvøldið hin 11. desember kl. 20 verður jólakonsert í Vestmanna kirkju við Vestmanna Sangkóri.

Á skránni verða umframt nakrar traditionellar føroyskar jólasangir, eisini ein russiskur, Bogoróditse Djévo, og nakrir enskir, eitt nú Ding Dong! Merrily on High, og Joy to the World.

Vestmanna Sangkór, sum hevur 33 ár á baki, hevur haft skiftandi leiðarar, tó man Kári Bæk, sum stjórnaði kórinum í nærum 20 ár, vera tann, sum serliga hevur myndað kórið.
Í ár hevur eydnast teimum at finna ein ungan sera dugnaligan kórleiðara, nevniliga Benjamin Gaasedal, og man tað fara at seta ein frískan dám á framførsluna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.