Jólakonsert í Vestmanna Kirkju

03.12.2015

Leygardagin 5. des. kl. 17.30 verður jólakonsert í Vestmanna Kirkju við Vestmanna Sangkóri. 

Tað verður við eini fjølbroyttari skrá av føroyskum, enskum, norskum og russiskum sangum, ið hoyra jólunum og hesi árstíðini til - teir flestu vælkendir jólasangir, tó so at okkurt er nýtt og okkurt vælkent er latið í nýggjan ham. 

Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.

Hjartaliga vælkomin øll somul.