BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Jólakonsertir við Vágakórinum og Vestmanna Sangkóri

08.12.2016

Jólakonsertir við Vágakórinum og Vestmanna Sangkóri

Sunnudagin og mánadagin fara Vágakórið og Vestmanna Sangkór at hava tríggjar jólakonsertir saman í Kvívík, Sandavági og Vestmanna.

Sunnudagin 11. desember kl 16 verður jólakonsert í Kvívíkar kirkju og kl. 19 í Sandavágs kirkju.

Mánakvøldið, 12. desember kl. 20 syngja kórini í Vestmanna kirkju.

Á skrá eru kendir og minni kendir føroyskir og útlendskir jólasangir, sum kórini syngja saman og hvørt sær.

Vit kunnu lova tykkum, sum koma at lurta, eina fjølbroytta konsert undir leiðslu av teimum báðum kórleiðarunum Sámal Matras Christiansen og Benjamin Gaasedal og umleið hálvthundrað væl uppløgdum kórsangarum úr vesturøki Føroya.