BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Jólasøla 2013

30.10.2013
Aftur í ár verður skipa fyri jólasølu í handlinum hjá Niels hjá John.

Eins og undanfarin ár letur jólasølan upp í samband við at jólatræið verður tendra, væntandi fríggjadagin tann 29. november 2013. Jólasølan letur upp tá tiltakið á torginum er liðugt.

Á jólasøluni selja vit heimavirknar vørur frá lokalum fólki. Alt kann seljast á jólasøluni. Um tað er bakstur, bundið, seymað, smíðað, málað e.a. er líka mikið, alt, sum ein kann evna til kann seljast....
Endamálið við søluni er jólahugni. So hóast tú bert hevur t.d. 2 nissur ella 5 jóladekoratiónir at selja, ja, so kanst tú lata tað inn.

Tey, ið ynskja at lata lutir inn til jólasøluna 2013, verða biðin um at seta seg í samband við Maluna Stórá, tlf 272922, ella Fríðu Egholm, tlf 596515, sum geva seljarunum boð um, hvussu vøran skal merkjast o.a.

Við vón um góða undirtøku.

Vegna fyrireikararnar

Malan og Fríða