Jólasøla

Sum flestu hava frætt, so verður í ár skipað fyri jólasølu í bygdini.

Jólasølan verður hildin fríggjadagin 5. desember, sama dag, sum jólatræið verður tendrað.
Jólatræið verður tendrað kl. 17, og jólasølan byrjar kl. 18.

Jólasølan verður í handlinum hjá Niels hjá John – Bygdarsavninum, so karmarnir verða heilt vist hugnaligir.

Ein og hvør, sum hevur hug, kann selja tað, viðkomandi hevur gjørt.
Alt kann seljast. Um tað er bakstur, bundið, seymað, tøvt, smíðað, málað e.a. er líkamikið, alt, sum ein kann evna til, kann seljast.
Endamálið við søluni er hugni! So hóast tú bert hevur t.d. 2 pør av hosum, ella 5 krukkur av súltutoy, ja, so kanst tú koma við tí og fáa tað selt.

Tikið verður ímóti vørum í handlinum hjá Niels hjá John mikukvøldið 3. desember kl. 19-21.

Vegna fyrireikararnir

Súsanna og Siri tlf. 724 789