BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Jólasølan 2009

Undirtøkan fyri jólasøluni, sum á fyrsta sinni varð hildin í fjør, var so góð, at skipað verður fyri tiltakinum aftur í ár.

Jólasølan verður aftur hesuferð í hugnaliga handlinum hjá Niels hjá John (Bygdarsavninum). Vestmanna Kommuna er í ferð við at gera ábøtur á økið rundanum Bygdarsavnið, so tað gerst lættari at koma til og frá.

Ætlanin er, at jólasølan verður í sambandi við, at jólatræið í bygdini verður tendrað. Um nóg nógvir lutir verða settir til sølu, er ætlanin at hava opið fleiri dagar.

Alt kann seljast. Um tað er bakstur, bundið, seymað, tøvt, smíðað, málað e.a. er líkamikið, alt, sum ein kann evna til, kann seljast.
Endamálið við søluni er jólahugni! So hóast tit bert hava t.d. 2 nissur ella 5 jóladekoratiónir at selja, ja, so kunnu tit lata tað inn.

So kvinnur og menn, eldri sum yngri, fáið tykkum amboðini fram og tilevnið eitthvørt, sum tit halda tykkum til.
Tit kunnu fáa íblástur við at síggja myndir frá jólasøluni 2008 her.

Við vón um góðari undirtøku.

Vegna fyrireikararnar
Siri – tlf. 724 789