BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Jólasølan 2010

15.11.2010

Aftur á ár verður skipað fyri jólasølu í handlinum hjá Niels hjá John (Bygdarsavninum).

Sum undanfarin ár er ætlanin, at jólasølan verður í sambandi við, at jólatræið í bygdini verður tendrað (væntandi tann 26. november '10). Um nóg nógvir lutir verða settir til sølu, er ætlanin at hava opið fleiri dagar.

Alt kann seljast á jólasøluni. Um tað er bakstur, bundið, seymað, tøvt, smíðað, málað e.a. er líkamikið, alt, sum ein kann evna til, kann seljast.
Endamálið við søluni er jólahugni! So hóast tit bert hava t.d. 2 nissur ella 5 jóladekoratiónir at selja, ja, so kunnu tit lata tað inn.

So kvinnur og menn, eldri sum yngri, fáið tykkum amboðini fram og tilevnið eitthvørt, sum tit halda tykkum til.
Tit kunnu fáa íblástur við at síggja myndir frá jólasøluni 2009 her.

Við vón um góðari undirtøku.

Vegna fyrireikararnar
Siri – tlf. 724 789