BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Jólasølan 2011

16.11.2011

Fjórða árið á rað verður skipað fyri jólasølu í handlinum hjá Niels hjá John (Bygdarsavninum).

Eins og undanfarin ár verður jólasølan í sambandi við, at jólatræið í bygdini verður tendrað, fríggjadagin tann 25. november '11. Um nóg nógvir lutir verða settir til sølu, er ætlanin at hava opið fleiri dagar.

Alt kann seljast á jólasøluni. Um tað er bakstur, bundið, seymað, tøvt, smíðað, málað e.a. er líkamikið, alt, sum ein kann evna til, kann seljast.
Endamálið við søluni er jólahugni! So hóast tit bert hava t.d. 2 nissur ella 5 jóladekoratiónir at selja, ja, so kunnu tit lata tað inn.

Við vón um góðari undirtøku.

Vegna fyrireikararnar
Malan Stórá - tlf. 27 29 22