BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Jólasølan 2012

01.11.2012

Aftur í ár verður skipað fyri jólasølu í handlinum hjá Niels hjá John (Bygdarsavninum).

Eins og undanfarin ár letur jólasølan upp í sambandi við, at jólatræið í bygdini verður tendrað, fríggjadagin tann 30. november '12. Um nóg nógvir lutir verða settir til sølu, er ætlanin at hava opið fleiri dagar fram til jóla.

Á jólasøluni er ætlanin at selja heimavirknar vørur frá lokalum fólki. Alt kann seljast á jólasøluni. Um tað er bakstur, bundið, seymað, tøvt, smíðað, málað e.a. er líkamikið, alt, sum ein kann evna til, kann seljast.
Endamálið við søluni er jólahugni! So hóast tit bert hava t.d. 2 nissur ella 5 jóladekoratiónir at selja, ja, so kunnu tit lata tað inn.

Tey, ið ynskja at lata lutir inn til Jólasøluna 2012, verða biðin um at seta seg í samband við Maluna Stórá, tlf. 272922, ella Fríðu Egholm, tlf. 596515, sum geva seljarunum boð um, hvussu vøran skal merkjast oa.

Við vón um góðari undirtøku.

Vegna fyrireikararnar
Malan og Fríða