BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Jólasølan 2014

30.10.2014
Aftur í ár verður skipað fyri jólasølu í handlinum hjá John.

Eins og undanfarin ár letur jólasølan upp í samband við at jólatræið verður tendrað, væntandi fríggjadagin tann 28. november 2014. Jólasølan letur upp, tá ið tiltakið á torginum er liðugt.

Á jólasøluni selja vit heimavirknar vørur frá lokalum fólki. Alt kann seljast á jólasøluni. Um tað er bakstur, bundið, seymað, smíðað, málað e.a. er líka mikið, alt, sum ein kann evna til kann seljast....
Endamálið við søluni er jólahugni. So hóast tú bert hevur t.d. 2 nissur ella 5 jóladekoratiónir at selja, ja, so kanst tú lata tað inn.

Tey, ið ynskja at lata lutir inn til jólasøluna 2014, verða biðin um at seta seg í samband við Maluna Stórá, tlf. 770116, ella Fríðu Egholm, tlf 596515, sum geva seljarunum boð um, hvussu vøran skal merkjast o.a.

Við vón um góða undirtøku.

Vegna Norðstreymoyar Heimavirkisfelag

Malan og Fríða