Jólasølan 2016

17.11.2016
Jólasølan í Krambúðini (Johnsa handli) letur upp í samband við at jólatræið á Torginum verður tendrað, væntandi fríggjadagin tann 25. november.
Jólasølan letur upp kl. 18.30, tá ið tiltakið á Torginum er liðugt.

Á jólasøluni selja vit heimavirknar vørur frá lokalum fólki. Alt kann seljast á jólasøluni. Um tað er bakstur, bundið, seymað, smíðað, málað e.a. er líka mikið, alt, sum ein kann evna til kann seljast....
Endamálið við søluni er jólahugni. So hóast tú bert hevur t.d. 2 nissur ella 5 jóladekoratiónir at selja, ja, so kanst tú lata tað inn.

Tey, ið ynskja at lata lutir inn til jólasøluna 2016, verða biðin um at seta seg í samband við Maluna Stórá, tlf. 770116, ella Fríðu Egholm, tlf 59651. Tær geva seljarunum boð um, hvussu vøran skal merkjast og nær hon skal latast inn.

Við vón um góða undirtøku.

Vegna Norðstreymoyar Heimavirkisfelag

Malan og Fríða