BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Jólasølan í Johnsa handli

Áhugin fyri jólasøluni í Johnsa handli er stórur, og nógv heimavirkað vøra er komin í handilin. Vestmenningar og fólk aðrastaðni frá hava bundið, seymað, tøvt, bakað, gjørt góðgæti og jóladekoratiónir. Har er okkurt til allar aldrar, so møguleikin fyri at keypa jólagávur er heilt avgjørt til staðar.

Fyrireikararnir gleða seg til í morgin, fríggjadagin kl. 18, tá ið jólasølan letur upp.

Hesar eru nakrar av heimavirkaðu vørunum, ið er til sølu.