BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Jólatræið verður tendrað

26.11.2014

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 28. november kl. 17.

Niels A. Joensen, leiðari í Heimatænastuni í VEKS, heldur røðu.
Vestmanna Hornorkestur, Vestmanna Sangkór og ung úr Missjónshúsinum luttaka.
Jólamenninir koma við pakka til børnini.

Aftaná haldið verða øll boðin til kakao og bollar uttan fyri Staðið.

Jólasølan í gamla handlinum hjá Jonn letur upp kl. 18. Eisini verður hugnaliga kaffistova í íbúðini, har ið høvi verður at keypa sær ein drekkamunn og køku. Opið verður til kl. 22.