BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Jólatræið verður tendrað fríggjadagin 30. november 2012

26.11.2012

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 30. november '12 kl. 17.

Durita á Heygum, nývaldur bygdarráðslimur, heldur røðu.

Vestmanna Sangkór, ung úr Missjónshúsinum og Vestmanna Kirkjukór luttaka.

Jólamenninir koma við pakka til børnini. Eisini verður eitt annað yvirraskilsi til børnini. 

Aftaná verða øll boðin til kakao og bollar á Staðnum. 

Tá ið jólatræshaldið er liðugt umleið kl. 18, letur Jólasølan upp í handlinum hjá Niels hjá John. Eisini verður café í íbúðini. Opið verður til kl. 20.