BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Jonhard Mikkelsen fær Heiðursgávu Landsins 2010

22.02.2011

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur gjørt av, hvør skal hava Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins fyri 2010.

Heiðursgáva Landsins 2010 verður latin Jonhardi Mikkelsen, bókaútgevara, fyri hansara áhaldandi arbeiði, føroyskum bókmentum at frama.
Heiðursgáva Landsins verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Vestmanna Kommuna ynskir Jonhardi hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Mentanarvirðisløn Landsins 2010 verður latin Sunleif Rasmussen, tónaskaldi, fyri slóðbrótandi arbeiði hansara á tónlistarliga økinum.
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Til tess at fáa mentanarvirðisløna skal móttakarin hava skapað listaverk á høgum støði.

Mentanarvirðislønin og Heiðursgávan verða latnar við heimild í løgtingslóg og kunngerð um stuðul til mentan og list, og serstøk játtan er á fíggjarlógini. Ein virðislønarnevnd við fimm limum ger tilmæli til landsstýriskvinnuna.

Handanirnar verða á almennum tiltaki í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 18. mars 2011 kl. 19.00.