BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Kafé í Vestmanna

02.07.2010

Í summar verður íbúðin hjá Niels hjá John karmur um eina kafé.

Tað er Sissal Kampmann, sum er stigtakari, og hon greiðir frá, at um undirtøkan er nóg stór, verður Kafé'in opin hvønn dag. Umframt at hava kafé, er ætlanin eisini at hava ymisk tiltøk á skránni s.s. listaframsýningar og framførslur av ymiskum slag.

Kafé'in letur dyrnar upp í kvøld, fríggjakvøldið 2. juli kl. 19 og opið verður til kl. 02.00.
Leygarkvøldið 3. juli kl. 19.00 letur áhugaverd framsýning við málningum hjá Jack Kampmann upp. Harumframt verður livandi tónleikur. Hetta kvøldið er eisini opið til kl. 02.00.
Sunnudagin er opið frá kl. 14.00 - 24.00.

Lýst verður her á heimasíðuni umframt á uppsløgum í bygdini, nær Kafé'in annars fer at hava opið.