Ken Hensley í Vektarbúðini

25.04.2014

Ken Hensley, úr legendariska bretska tungrock bólkinum Uriah Heep, sum gevur konsert í Dansifrøi í Havn leygarkvøldið 3. mai, hevur játtað at geva eina unplugged konsert í Vektarbúðini hóskvøldið 1. mai kl. 20.30.

Hensley, sum í 70’unum var við til at definera hugtakið Heavy Rock, kemur at spæla burtur úr stóru rúgvuni av Classic Rock perlum hjá sær og Uriah Heep: Lady in Black, Easy Livin’, Stealin, Look at Yourself, Free Me, July Morning…

So um tú hevur hug at uppliva eina rætta rock-legendu í Vestmanna, er at skunda sær at keypa atgongumerki.

Atgongumerki á 200 kr. verða seld á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770102. Einans 55 atgongumerki verða seld, so tað er um at skunda sær.

Hóskvøldið verður eisini møguleiki fyri at keypa atgongumerki til Classic Rock Show leygarkvøldið 3. mai á 350 kr.