BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Kendir tónleikarar vitja Staðið

KATLA er bólkur við royndum tónleikarum.

Hóast KATLA bert hevur verið til í eitt gott ár, kenna tónleikararnir sera væl hvønnannan, og hava teir spælt nógv saman gjøgnum árini.
Magnus Johannessen/klaver og Rógvi á Rógvu/trummur spældu saman, longu tá teir vóru dreingir.
Edvard Nyholm Debess/kontrabass hevur so eisini spælt saman við báðum í nógvum ymiskum samanhangum seinastu mongu árini. Ólavur Olsen/trompet hava teir allir eisini spælt saman við í nógvum ymiskum høpum.

Í hesum bólkinum KATLA spæla hesir 4 tónleik, sum Magnus Johannessen hevur skrivað.
Hetta er melodiskur tónleikur, sum er í ætt við jazz-, fólka- og worldtónleik og okkurt einkult av løgunum havur enntá okkurt gospelkent yvir sær.

Teir hava í eitt heilt ár spælt fast á Hvonn í Havn, og fjepparaskarin bert økist.
KATLA fer fyrst í apríl í studio at spæla inn sína fyrstu fløgu, og í hesum sambandi hava tónleikararnir vant nógv saman seinastu tíðina.
So teir eru væl fyri at koma til Vestmannar at spæla hóskvøldið 19 mars.

Konsertin er á Staðnum kl. 20.00

Atgongumerki á kr. 50

Norðurlandahúsið stuðlar konsertferðini, sum eisini umfatar konsertir í Klaksvík og í Norðurlandahúsinum.