BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Kirkjubio í Norðstreymoy

24.02.2012
 

Í føstuni verður farið undir eitt nýtt tiltak í Norðstreymoyar prestagjaldi. Hetta er sokallað “Kirkjubio”, har filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum verða vístir.

Byrjað verður í Vestmanna kirkju mánakvøldið 27. februar '12 kl. 19.30, tá filmurin “The Tree Of Life” við Brad Pitt og Sean Penn verður vístur. Filmurin er nýggjur og er innstillaður til tríggjar Oscar-virðislønir í ár.
Heitið skuldi hóskað væl til altartalvuna í Vestmanna kirkju.

Áðrenn filmurin byrjar, hevur Birgir Kruse fyrilestur um filmin “The Tree Of Life”.
Ætlanin er at halda fram við tiltakinum í føstuni í Kvívík og í Hvalvík.