BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Kirkjuráðsval 5. november 2013

28.10.2013

Kirkjuráðsval verður týsdagin 5. november 2013.
Atkvøtt verður í forkirkjuni í Vestmanna Kirkju, frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður og heimaval
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við mánadegnum 4. november 2013.
Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.

Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum hjá Ann Andreasen á tlf. 559026, í seinasta lagi sunnudagin 3. november 2013 kl. 12.00.

Valkort
Valkort eru send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki hevur fingið valkort ella hevur fingið valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 102, sum skjótast.

Tú skal hava valkortið við á valstaðið.

Valevnislistin:
Agnar Nielsen
Bjarni Heinesen
Eydna á Rógvi Simonsen
Eyðun Leo
Jakoba Nielsen
Jóan Magnus Olsen
Jónleyg Bláhamar
Sigga Durhuus
Sigrid Joensen