Klædnainnsavning í Vestmanna

Leygardagin 15. november savnar Reyði Krossur Føroya klæðir o.a. inn ymsa staðni kring landið, eisini í Vestmanna.

Í Vestmanna verður innsavningin í Dansistovuni frá kl. 10 til kl. 16.

Tikið verður ímóti hesum lutum:

  • Rein og heil klæðir í plastposum
  • Heilt góðar skógvar
  • Alskyns bøkur
  • Lutir til loppumarknað ella sølu í endurnýtsluhandli okkara (undentikið møblar)
  • Tilfar til klútar úr bumull (rein brúkt seingjaklæðir og t-skirts. Posin skal merkjast ”klútar”)