Vestmanna-dagar 2014: KLIKK

06.09.2014


 

Freistin at senda myndir inn til KLIKK-kappingina er longd til mikudagin 10. september kl. 12.
Ein jólatúrur er upp á spæl.

Í samband við Vestmannadagar, sum vera í døgunum 8. – 13. september 2014, fer kommunan at kjósa ta bestu Vestmanna-myndina.

Orsøkin til, at tað verður kunngjørt longu nú, er, at stundir skulu vera at hjá fólki at fáa myndina í “kassan” hetta til kappingin endar.

Reglurnar eru einfaldar: Myndin skal vera frá 2014 og myndin skal vera tikin í Vestmanna av herbúgvandi Vestmenningum. Fólk kunnu vera á myndini, men andlitið skal ikki vera sjónligt. Myndin skal ikki vera broytt í teldu e.l.

Myndin skal sendast til vestmanna@vestmanna.fo, viðmerkið “KLIKK”. Seinasta freist at senda myndina inn er mikudagin 10. september 2014 kl. 12.

Dómsnevnd verður sett at finna vinnaran, og vinnarin verður kosin leygardagin á Vestmanna-døgunum. Vinningurin er ein ferðaseðil til jólatúrin við Norrønu til Danmarkar.