BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Komandi sóknarpresturin í Vestmanna

27.08.2013

Á heimasíðuni folkakirkjan.fo vóru hesi tíðindi at lesa í gjár:

 

"Komandi sóknarpresturin í Vestmanna

Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Marjun í Kálvalíð til kallið sum sóknarprestur við sæti í Vestmanna. Tað er tó landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið staðfestir innstillingina, tá formligu viðurskiftini eru greidd.

Eftir ætlan verður Marjun í Kálvalíð prestvígd í Dómkirkjuni sunnudagin 15. september 2013. Vígslan er í dómkirkjuni, tí dómkirkjan umboðar við síni tign Føroya kirkju. Sóknarprestarnir eru við vígslu prestar, ið eftir skipaðum viðurskiftum kunnu gera tænastu í øllum landinum. Tó, sóknarpresturin er, sum orðið sigur, kallaður til eina staðbundna uppgávu, t.e. at vera hirði teirra, ið hava kallað. Tess vegna er innsetingin altíð í tí kirkju, sum er sóknarkirkja prestsins, t.e. kirkjan í kirkjusóknini, har prestur býr.

Mikkjalsmessudag verður Marjun í Kálvalíð skipað í kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi. Hon verður innsett í tænastuna í prestagjøldunum við hámessu í Vestmanna kirkju 29. september 2013. Tað er dómprósturin, ið skipar komandi prestin í kallið."