BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Kommunulæknin

13.09.2013

Hølisumstøðurnar hjá kommunulæknanum er als ikki nøktandi.

Vestmanna Kommuna hevur í longri tíð arbeitt við at fyrireikingum til at fáa nýggj hølir til læknan. Fleiri alternativ hava verið frammi, og nú hevur Kommunan biðið nakrar fyritøkur um at geva tilboð uppá, hvat tað kostar at byggja eina Læknamiðstøð. Freistin at lata hesi tilboð inn er mánadagin 16. september 2013 kl. 12.

Vestmanna Kommuna ger alt, hon kann, fyri at varðveita læknan í Vestmanna, lat ongan iva vera um tað. Og eftir at hava prátað við læknan verður hetta helst eisini veruleiki.

Vestmanna Kommuna hevur í dag sent Fíggjarmálaráðnum skriv við áheitan um at fáa loyvi at byggja eina Læknamiðstøð í Vestmanna. Vit eru noydd at fáa loyvi frá Fíggjarmálaráðnum, tí Vestmanna Kommuna skildar meira enn eina álíkning

Sí avrit av brævi til Fíggjarmálaráðið her.