BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Kommunuskatturin fyri apríl 2010

12.05.2010

Kommunuskatturin í apríl var 2.777.251 kr, hetta er nakað lægri enn sama mánað í fjør, tá var hann 2.997.362 kr. Vit mugu tó hava í huga, at aprílmánaði í fjør var hin besti nakrantíð.

Fleiri orsøkir eru helst til lækkanina. Fólkatalið er væl lægri enn í fjør, vit vóru 1.241, og nú eru vit 1.198. Sambært ALS vóru 19 vestmenningar arbeiðsleysir í apríl í fjør, nú eru teir 46; vit vita tó ikki hvussu nógv av hesum eru fulltíðararbeiðsleys. Harumframt hevur ALS um 350 umsóknir um arbeiðsloysisstuðul, sum ikki eru liðugt viðgjørdar; herímillum kunnu vera onkrir vestmenningar. Hesi hava ikki enn fingið nakað útgjald, tí kann rætta inntøkugrundarlagið fyri apríl vera eitt sindur hægri.

Samlaði kommunuskatturin í apríl var eitt vet hægri enn í fjør – 0,27%, men frávikini vóru stór hjá nógvum kommunum. Størsta framgongdin var 109,60%, og størsta afturgongdin var 25,56%. Av teimum 30 kommununum høvdu 17 afturgongd, 11 av teimum høvdu størri afturgongd í % enn Vestmanna Kommuna.